List um veðurlagsbroytingar

Sigrið og Miriam í 6. e hava gjørt listaverkið.
List um veðurlagsbroytingar
Hetta vikuskiftið fært tú høvi at síggja føroyska list, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar í útnorðri
25.11.2015 - 14:15

Fríggjadagin og leygardagin verður listaframsýning í nýggja bygninginum hjá Bank Nordik í Havn. Tað eru næmingar á nýggju Masters útbúgvingini, West Nordic Studies, á Fróðskaparsetrinum, ið hava skipað fyri tiltakinum. 

 

Veðurlagsbroytingar

Evnið, ið listaframsýningin viðger, eru tær veðurlagsbroytingarnar, sum longu eru farnar at merkjast í útnorðri og kring heimin. Serliga verður varpað ljós á ovurnýtslu av tilfeingi, dálking, Co2 útlát, men eisini verður dentur lagdur á, hvat vit kunnu gera fyri at bøta um teir skaðar, sum longu eru hendir.

 

Fleiri føroysk listafólk

Á listaframsýningini verða verk hjá fleiri føroyskum listafólkum sýnd fram, m.a. eru Bárður Dal Christiansen, Livar Nysted, Lilliane Svøðstein, Selma Ellingsgaard, Ronja Nysted, Marita Vestergaard, Astrid Andreassen, Ole Wich, Vigdis Petersen, Rannvá Holm Mortensen og Helena Maria Weihe við. 

 

Men eisini verða listaverk hjá næmingum í 4 - 8. flokki í Skúlanum á Fløtum sýnd fram. 

 

Framsýningin er almenn og verður 27. november frá kl 10 - 15 og 28. november frá kl. 13 - 16.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.