UMMÆLI: Gløgt Gløgg prikar til yvirdrivna sjálvsfatan

UMMÆLI: Gløgt Gløgg prikar til yvirdrivna sjálvsfatan
Skemtileikurin, Café Gløgg, skrøggar við triviellu trupulleikunum hjá nútímans menniskjanum. Allir bólkar eru umboðaðir, tað veri seg bæði turra fólkakirkjan, sum skal nútímansgerast, til smá børn, ið vilja pissa. Láturligt, men ordiliga stuttligt
26.11.2015 - 00:00

Tuskandi oman, men kortini ikki ov skjótt, tí annars dettur tú í ársins fyrstu hálkuni ella fert um koll í harðbalna vetrarvindinum. Í gongini á Tjóðpallinum er tempoið tó øðrvísi. Tað er heitt og fjálgt í gongini. Leikararnir standa har í svørtum búnum og bjóða tær vælkomnum innar til eitt skemtiligt kvøld, meðan sjálvur tjóðpallsstjórin skeinkir tær eitt sera væl smakkandi glas av gløggi. Mikið gott. Inni í salinum eru rundu kaféborðini prýdd við fýrfatsljósum, meðan Magnus Johannessen situr við tangentarnar og spælir nakrar fínar tónar.

 


Tjóðpallsstjórin skeinkir tær eitt væl smakkandi glas av gløggi

 

Triviellir trupulleikar hjá gemena borgaranum

Hetta er ikki ein kabarett, sum prikar til samfelagið og politiska landslagið. Umrøddu evnini eru í roynd og veru smábagatellir hjá gemena borgaranum – bara nakað yvirdrivin. Bindiklubbakonan, sum faktiskt situr og bindur, vil hava eina diagnosu – bara fyri at hava eina, so hon kann grenja, slatra og vena seg saman við hinum bindiklubbakonunum. Tað er kiksað og yvirdrivið. Tí hvør vil bara fáa eina diagnosu fyri at fáa eina? Tó sigur tað eitt sindur um samfelagsrákið. Diagnosurnar økjast ár um ár, og fleiri halda tað bara vera fjant og fjas. Hóast gerandistrupulleikarnir hjá stakkals borgaranum eru nakað yvirdrivnir í mun til veruleikan, so er sketjurnar ótrúliga stuttligar og væl skrivaðar. Tekur mann alt við einum grammi av salti, so býr helst ein lítil sannleiki í øllum sketjunum. 

 

- Áh, tú skrivar á pappír! Mega cute. Selfie!

Eitt av hæddarpunktunum í leikinum er, tá ein heldur stirvin, konservativ kvinna roynir at modernisera kirkjuna. Konan skrivar sjálvandi á pappír. Cute, sambært tí unga, sum eisini má hava eina selfie. Stríðsliga roynir konan at koma við religiøsum slagorðum, so sum "tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg". Her er tað, at ungdómurin verður yvirspældur og gjørdur púrasta býttur, og tað riggar. Modernaði maðurin roynir at umseta orðið til "vilt tú like'ast so like'a onnur fyrst". Við hesum samantvinnar leikurin føroyska, religiøsa samfelagið, har Facebook og sjálvpromovering eisini er sera inngrógvið. Onkursvegna mundu nógv kenna seg aftur í støðuni, tí láturin rungaði – serliga millum ungu áskoðararnar. Harafturat kann mann ikki lata vera við at hugsa um City Church (fyrrverandi Evangeliihúsið) sum á sinni varð moderniserað, men sum kanska ikki riggaði so væl.

 

Einfaldi pallurin hevur nógvar beinraknar smálutir

Pallurin er ógvuliga einfaldur. Magnus situr við tangentarnar í vinstru síðu. Í høgru síðu er ein stórur kassi, ið mestsum verður brúktur til myndaboks. Annars er pallmyndin svørt. Myndaboksin riggar sera væl, og vísir hon glansbílætið, vit ofta ynskja okkum. Tó so er myndin ógvuliga óklár, og sigur tað eisini nakað um okkara grugguta svans handan fasaduna. Hetta sæst m.a. í sketjuni, tá mamman og lítla dóttirin skulu taka eina flotta fasadumynd. Dóttirin vil pissa, og mamman reksar upp, hvussu langt úti tað er. Mamman strevast, tí dóttirin er so dýr og krevur so nógv av henni, fyri síðan at dóttirin ikki kann taka eina lúsa mynd. Foreldur hvørki tíma ella orka at taka sær av børnunum. Beinrakin – og aftur yvirdrivin – lýsing av familjumynstrinum í seinmodernitetinum. 

 


Káma glansbílætið

 

Yvirdrivið og kiksað er stuttligt

Hóast sketjurnar eru kiksaðar og yvirdrivnar, so eru tær ólukksáliga stuttligar, væl skrivaðar og ikki minst væl spældar av fýra fantastiskum leikarum. Fyri tann heilt unga persónin vóru kanska nøkur ting, sum mann ikki ordiliga skilti, men spælið var somikið gott, at vit flentu kortini. Hinvegin vóru eisini løtur, tá ið vit ungu flentu nógv harðast. Ung sum gomul, rík sum fátøk – ella resursuveik – kunnu flenna við og tamba sær láturmusklarnar. Og býðst høvið til tess, so liggur tað beint til høgrabeinið at fara ein túr víðari í býin. 

 

Café Gløgg skrøggar og gløggar á Tjóðpallinum nakað inn í desember. Tað er stuttligt og festligt, og leikararnir eru avbera góðir. Café Gløgg er gjørt í kabarett andanum, tó so at prikað verður til samfelagsrákið og sjálvsfatanina heldur enn samfelagsviðurskiftini og politiska landslagið, sum annars er vanligt í eini kabarett. Tó so, ein stuttligur og uppfrískandi skemtileikur í harðbalna vetrarveðrinum.

 

Leikurin fær tískil 5 út av 6 R'um 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.