- Miss Earth snýr seg ikki bara um útsjónd

- Miss Earth snýr seg ikki bara um útsjónd
- Tað er ofta trupult at fáa fólk at skilja, hvat Miss Earth veruliga snýr seg um. Vakurleikin hjá gentuni kann vera lítið verdur um vitanin, áhugin og klókskapur ikki fylgja við, sigur 20 ára gamla Turið, ið luttók í heimskappingini Miss Earth
11.12.2015 - 00:00

Miss Earth er ein vakurleikakapping, ið snýr seg um umhvørvisvinaligar verkætlanir. Tað snýr seg í stuttum um at broyta upphiting av øllum jarðarknøttinum. 20 ára gamla Turið Elinborgardóttir úr Tórshavn vann heiðurin sum ,,Miss Earth Danmark” í august. 

 

- Hóast ein einkult genta ikki kann gera tað stóra, so eru vit har fyri at visa á trupulleikan og vegleiða, hvussu vit saman kunnu varðveita móðir jørð, sigur Turið.

 

 

Les eisini: Myndarøð: Miss Universe Denmark

 

 

90 ymsar gentur; 90 ymsar mentanir

Eftir at hava vunnið kappingina í Danmark, fór Turið víðari í størri kapping, har umleið 90 gentur frá 90 ymiskum londum luttóku. Tær 90 ymsu mentanirnar hugtóku Turið nógv. 

 

- Eg møtti 90 gentum frá øllum heiminum fyrsta dagin. At skula fyrihalda seg til 90 mentanir, 90 hættir at hugsa uppá og 90 persónligheitir var ótrúliga læruríkt fyri meg.

 

 

Tað eydnaðist ikki Turið at vinna sær nakran heiður í Miss Earth kappingini. Men Turið er als ikki vónsvikin – bara tað, at hava fingið møguleikan at verið við, er nóg stórt fyri Turið.

 

 

Les eisini: "Okkurt má eg hava gjørt rætt" - Turið er Miss Earth Denmark

 

 

Tær, sum blivu nummar 1, 2 og 3, vóru tær genturnar, ið Turið var tættast við av øllum luttakarunum. Vinnarin var úr Filipinunum, tvey’arin var úr Avstralia, og nummar trý var úr USA.


- Tær eru allar so góðar í sær og viljasterkar. Tískil kann eg ikki annað enn vera errin av teimum. Tað stuttliga var, at vit høvdu eina tiltakið ,,Evening Gown” , tá filipinska Angelia Ong vann bronsu medalju í einum bronsufarvaðum kjóla. Eg segði við hana, at bronsan riggaði væl á henni. Hon legði skemtandi aftrat, at gull hevði verið munandi betri. Eg svaraði henni, at hon skuldi bara bíða, tí gull-heiðursmerkið fór at koma 5. desembur. Soleiðis var eisini, og eg kundi ikki annað enn gleðast og siga: Hvat segði eg?

 

 

Umboðaði danska kongaríkið

Nøkur hildu, at tað var heldur óheppið, at Turið ikki umboðaði Føroyar.

 

- Eg eri skelkað, at tveir vaksnir menn skrivaðu til mín, at eg skuldi skammast yvir at umboða Danmark. Eg havi ongantíð fjalt, hvaðani eg komi. Eg umboðaði danska kongaríkið, sum Føroyar jú eru ein partur av. Eg haldi annars, at vit føroyingar áttu at gjørt nógv meira um okkum. Tí er mín vón, at ein føroysk genta fer við til Miss Earth 2016, sigur Turið Elinborgardóttir at enda. 

 

 

Snýr seg ikki bara um vakurleika

Nógv hava lyndi til at halda, at slíkar kappingar eru býttisligar, av tí tað kann tykjast at snúgva seg um útsjónd í alt ov stóran mun.

 

- Tað er ofta trupult at fáa fólk at skilja, hvat Miss Earth veruliga snýr seg um. Vakurleikin hjá gentuni kann vera lítið verdur um vitanin, áhugin og fornuftin ikki fylgja við.

 

Turið hevur fingið annað burtur úr enn at lært at gingið “catwalk”. Miss Earth ferðin hevur ment hana nógv persónliga.

 

- Eftir kappingina í Danmark gjørdust nógv gerandisviðurskiftir lættari fyri meg. At leggja fram í skúlanum gjørdist brádliga eitt spæl. Harafturat dugdi eg eisini munandi betri at tosa enskt. Alt í alt, haldi eg, at ein lærir betri at handfara stress og trýst – og tað er jú gullvert at hava í ryggsekkinum.  

 

Turið gongur nú á Handilsskúla á seinasta ári. Hóast hetta hevur verið ein fantastisk uppliving, má Turið koma aftur inn í gerandisdagin, tí hon ætlar sær so avgjørt at fáa húgvuna á høvdið í summar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.