Minn meg líka á: Hvat er norðlýsi?

Minn meg líka á: Hvat er norðlýsi?
Gloymdi tú at fylgja við í tímanum? 'Minn meg á' tátturin greiðir tær frá tí, sum tú átti at vitað, men kanska ikki veit hóast alt
07.02.2016 - 03:00

Vit norðurlandabúgvar eru so mikið heppin, at tey flestu av okkum hava sæð tey grønu, dansandi ljósini á himmalhválvinum onkra vetrarnátt. Sjálvandi veitst tú, hvat norðlýsi er. Men tá tú hugsar teg um, veitst tú so, hvat norðlýsi er? Turka bara sveittan av pannuni, tað veitst tú nevniliga næstu ferð, onkur spyr teg, tí her kemur ein stutt frágreiðing.

 


Myndina eigur Jóannis Sørensen

 

Aurora Bore-hvat?

Vakra, dansandi norðlýsið er faktiskt ein samanstoytur millum elektriskt løddar bitlar (tað eru partiklar) frá sólini, ið koma inn í lofthav okkara, og síggjast tey serliga yvir magnetisku pólarnar á syðru og norðaru hálvkúlunum.

 

Tá vit síggja norðlýsi, síggja vit tí í veruleikanum eina reaktión. Norðlýsi sæst nevnliga, tá gassbitlar í lofthavinum hjá jørðini møta løddum bitlum frá sólini, sum skapa reaktión á himmalhválvinum, ið vit øll kenna sum norðlýsi.

 

Ljósini, ið vit síggja her norðri, kallast Aurora borealis (ella norðlýsi), meðan tey, ið onkuntíð síggjast í syðru hálvkúluni, sum til dømis í Australia, Nýsælandi, og Antarktis, kallast Aurora australis (ella suðurlýsi). 

 

 

Litríkt gass

Teir løddu bitlarnir sleppa vanliga ikki lættliga ígjøgnum magnetiska feltið hjá jørðini, men feltið er veikari uppi yvir pólunum, og sleppa teir tí lættari ígjøgnum har. Tískil sæst norðlýsi oftast í teimum økjunum, sum liggja liggja tættast við magnetisku suðurpólan og norðpólan.

 

Ljósini kunnu vera fleiri litir, men oftast eru tey grøn ella reyð. Serliga er tann grøni liturin vanligur her í Føroyum. Ljósini kunnu eisini hava nógv skap og kunnu tískil líkjast dansandi skýggjum, sterkum strálum og litríkum aldum.

 

Tað eru gassbitlarnir, ið avgera, hvønn lit norðlýsi fær. Tann mest vanligi er tann grøni, ið kemur burtur úr tí oxygeninum, sum liggur umleið 60 míl omanfyri jørðina. Tann reyði liturin kemur burtur úr tí oxygeninum, sum liggur hægri uppi, meðan tann blái og tann lillaði liturin koma úr nitrogen.

 


Myndina eigur Jóannis Sørensen

 

Nær skalt tú fara út at hyggja?

Ofta virkar tað sum um, at fólk verða tikin á bóli, tá norðlýsi sæst á náttarhimmalinum, og tað er ikki uttan orsøk. Tað er í roynd og veru sera ringt at meta um, nær norðlýsi fer at síggjast, og veit mann tað sjáldan við vissu meira enn ein tíma frammanundan, at ljósini koma.

 

Nasa hevur tó eitt yvirlit, ið gongur tríggjar dagar fram, ið vísir tær, um líkindini fyri at síggja norðlýsi eru stór. Men tølini kunnu broytast hvønn dag, alt eftir aktivitetinum hjá sólini, so tí ræður um at kanna regluliga. Yvirlitið sært tú her.

 

Niðanfyri sært tú eitt filmsbrot frá Nasa av norðlýsinum á jørðini, sum sæst heilt úti í rúmdini, ið Altjóða Rúmdarstøðin hevur filmað.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.