So var apuárið her

Kinesarar gera nógv burturúr at pynta til nýggjárið
So var apuárið her
Í løtuni sita flestallir kinesarar klebraðir til sjónvarpsskíggjan og hyggja at nýggjárssendingini hjá kinesiska sjónvarpinum, tí í morgin er fyrsti dagur í apuárinum
07.02.2016 - 14:30

Fýrverk, stórir drekar og nógvar festligheitir. Soleiðis ímynda vit okkum kinesiska nýggjárið, men heitið ‘nýggjár’ er kanska eitt sindur misvísandi her. Kinesiska nýggjárið er í øllum førum ikki júst soleiðis, sum vit høvdu ímyndað okkum.

Í dagsins Kina er fýrverk bannað nógvastaðni vegna dálking. Luftin er nóg dálkað sum er, og tað er óneyðugt at dálka hana meiri við fýrverki, heldur kinesiska stjórnin.

Heldur enn at ganga skrúðgongu við drekum, so minnir kinesiska nýggjárið – ella várhøgtíðin, sum tað eisini verður rópt – meiri um okkara jól. Allir kinesarar fara heim til familju, og nógv fara úr býunum og út á landið, haðani familjan upprunaliga er ættað. Hetta er størsta fólkaflyting í mannasøguni yvirhøvur og ger, at nógvir kinesiskir býir eru óvanliga friðarligir.

Í dag – nýggjársaftan – etur kinesiska familjan dumplingar, fisk, nudlir ella annan mat, ið ímyndar eydnu, langt lív, ríkidømi o.s.fr. Súmbolini eru oftast antin av forminum á matinum, ella tí úttalan minnir um okkurt eydnusamt orð ella setning. Til dømis eru nudlirnar longri enn vanligt kring vár høgtíðina, og umboðar hetta ynski um langt lív.

 


Dumplingar - ella dumplings á enskum - klárir at verða dampaðir, kókaðir ella stoktir. Mynd: © Jóhanna Magnusardóttir.

Tey hyggja eisini saman at stóru sjónvarpssendingini, har millum annað minnilutabólkar eru ílatin síni serligu klæðir og vísa sína mentan fram - nakað, sum fleiri hava viðmerkt næstan at vera sum ein zoologiskan hava, tí stjórnin er ikki serliga glað fyri minnlutabólkarnar aðrar dagar á árinum, men dámar væl at vísa teir fram til hetta høvið. Tað eru ikki bert minnulutabólkar í sendingini. Í kvøld eru millum annað dansandi robottar á skránni. Tey forvitnu kunnu síggja brot úr sendingini frá 2013 niðast.

Eisini geva kinesarar hvør øðrum reyðar brævbjálvar við peningi í. Serliga eru tað tey eldru, ið geva børnum og ungum reyðu brævbjálvarnar. Í hesum tøknitíðum er tað eisini væl umtókt at geva digitalar ‘brævbjálvar’ við peningi í gjøgnum eitt nú kinesiska sosiala miðilin ‘WeChat’, ið minnir um WhatsApp.

 


Mynd: © tooopen.com 

Komandi árið er í apunar tekni. Fólk, ið eru fødd í apunar tekni, verða søgd at vera millum annað gløgg, vinarlig, nýhugsandi og eldhugað, men eisini mistrúgvin, sjálvgóð og øvundsjúk. Í Kina verður væntað, at hetta árið fer at vera eitt sokallað ‘baby-boom’ ár, millum annað tí stjórnin fyri stuttum avtók eittbarnspolitikkin og loyvir nú hvørjum pari at fáa tvey børn. Men væntað verður eisini, at burðartalið fer at hækka, tí at tað verður hildið at vera meiri eydnuberandi at føða børn í apuárinum enn í bæði seyðaárinum og høsnaárinum, sum eru ávikavist áðrenn og aftan á apuárið. Hóast tað kann tykjast løgið, so ganga kinesarar upp í stjørnuteknini.

Apuár er tólvta hvørt ár og var eisini í m.a. 1944, 1956, 1968, 1980, 1992 og 2004.

Eftir er bert at ynskja gott apuár ella 猴年快乐!
 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.