Nýggj Harry Potter bók kemur út í summar

Savnsmynd
Nýggj Harry Potter bók kemur út í summar
Dámar tær væl Harry Potter heimin? So hevur J.K. Rowling góð tíðindi til tín
10.02.2016 - 19:30

Fer Harry Potter aftur í tíðina at steðga Voldemort, áðrenn hann kemur til valdið? Ella skapar hann frið millum sonevndu ,,mugglararnar” og tey, ið duga gand?

 

Mong hava boðini verið um, hvat ein nýggj bók hjá J. K. Rowling kundi snúð seg um, men nú verður høvi at fáa greiði á hesum. Ungdómar í milliónatali bíða spentir til summarið, tá áttanda bókin í Harry Potter røðini kemur út.

 

Tað eru nú liðin níggju ár, síðani J.K. Rowling alment stongdi Harry Potter heimin við seinastu bókini í røðini, ,,Harry Potter og arvalutir deyðans”, har Harry Potter endiliga fær bast tí ónda Lord Voldemort.

 

Í summar verður sjónleikur um lívið hjá Harry Potter sýndur í London, og tað er í hesum sambandi, at J. K. Rowling gevur út nýggja Harry Potter bók við heitinum ”Harry Potter and the Cursed Child”. Í tíðindaskrivi hevur rithøvundurin boðað frá, at bókin fer fram 19 ár eftir endan av tí sjeyndu.

 

 

So nú er at gleða seg, um tú ert ein av teimum, ið veit, hvat Hogwarts, expecto patronum! og imperio! merkja. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.