Unn Danielsen ummælir kaffi

Kaffivinnarin: Hvonn
Unn Danielsen ummælir kaffi
Baresso dumpar, Hvonn fær toppkarakter, og hinar kaffistovurnar hava staðið
10.02.2016 - 11:00

Unn Danielsen er ein veruligur kaffi-kennari. Hon elskar at ganga á kaffistovum og sparir als ikki pengar uppá kaffi. Nógvir kaffikoppar fara eisini niðurum, tá hon hevur sína dagligu gongd í Hoydølum.

 

Í Røddinlive fóru hon og Anna Poulsen rundferð í ymsum kaffistovum í Havnini og smakkaðu vanligt kaffi.

 

HOYR RØDDINLIVE HER!

 

- Eg dømi eftir, hvussu vøran, prísurin og tænastan eru, sigur Unn, áðrenn hon fer í holt við at ummæla.

 

G.G. Sirkus var stongt, og tískil roknaðu vit ikki tað uppí sum ein dag-kaffistova. Harafturat var kaffimaskinan í Kafe Kaspar í ólagi, so har vóru vit heldur ikki. Vit vóru tó í Kaffihúsinum, Umami, Hvonn og Baresso.

 

 

Kaffihúsið

 

Kaffihúsið bjóðar 30 krónur fyri fría áfylling. Ikki serliga bíligt, men sjálvsagt eitt pluss við fríu áfyllingini. Kaffismakkurin er heldur beiskur. Tænastan er tó góð, tí sølufólkið veit nógv um vøruna, tað selur. Kaffi frá Kolumbia, men tað smakkar als ikki so... Einki ,,fancy" við hesum, tó fínastaslag.

 

 

Kaffihúsið fær 3 av 6 R'um

 

 

Umami

 

Her er kaffi eitt sindur bíligari í mun til Kaffihúsið. 25 krónur fyri fría áfylling. Stuttligt, tí hesar kaffistovurnar liggja síð um síð. Í Umami er eitt sera hugnaligt umhvørvi. Bleytar, góðar sofur og góðir tónar frá Coldplay. Góð tænasta, har kaffið verður borið yvir til okkara. Undirskál, sukurláta og annað gott við í tænastuni. Rundur smakkur, men tó einki serligt sum so.

 

 

Umami fær 4 út av 6 R'um

 

 

Hvonn

 

Í Hvonn fáa vit kaffi í eina stempulkannu. Stempulkannan svarar til fýra koppar av kaffi. 50 krónur verður tað, men 50 væl goldnar krónur. Hetta er fyrstu ferð á túrinum, at vit fáa nýmælt kaffi - og mann smakkar alvorliga mun! Aftrat tænastuni fáa vit kaffifløta, sukurmolar og pinnar at røra runt við. Ein rundur, frískur og nýggjur smakkur.

 

 

Hvonn fær 5 út av 6 R'um

 

 

Baresso

 

Á fyrsta sinni fái eg varhugan av, at hetta ikki er gott. Sølufólkini vita als ikki nógv um tað, tey selja... Tað kostar eisini 25 krónur fyri ein kopp, sum eg sjálv skal fylla í. Her er eingin frí áfylling. Vánalig tænasta og sera dýrt kaffi. Smakkurin er tó botnurin av øllum, tí har er alt ov lítil kaffismakkur. Eg hómaði kaffi aftrat kókaða vatninum. Ljóst kaffi við ov nógvum vatni í er als ikki nóg gott fyri meg!

 

 

Baresso fær 1 út av 6 R'um

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.