- Fríða tók teir avgerandi bóltarnar

- Fríða tók teir avgerandi bóltarnar
Hoyr hvat blaðunga Drós Ragnarsdóttir hjá Neistanum hevði at siga eftir sigurin á Hálsi
13.02.2016 - 14:30

Við einari hálvleiksstøðu á 8-11 megnaðu neistakvinnur at hálaseg  inn aftur og vinna 17-16 á vestmannakvinnunum.

 

- Vit spældu øgiliga væl í fyrra hálvleiki, men eg haldi, at vit dala eitt sindur í verjuni. Tær sleppa for lætt ígjøgnum hjá okkum, og so hava vit ikki somu ferð á í álopinum. Tað høvdu vit í fyrra hálvleiki, men tað steðgaði eisini á. Vit fara niður í verjuni, og eg haldi faktiskt, at tær eisini fáa meira ferð á í álopinum. Vit fáa ikki tey løttu málini, ið skulu til, segði vónbrotna Agnas Olsen hjá VÍF eftir tapið.

 

Viljin var avgerandi faktorurin

Eg fekk orðið á 16 ára gomlu Drós Ragnarsdóttir, ið spældi sín fyrsta finaludyst við kvinnunum á Hálsi í dag.

- Tað var viljin hjá okkum, ið gjørdi, at vit vunnu í dag. Vit komu út í seinna hálvleik við sterkari vilja. Í hálvleikinum søgdu venjararnir, at hetta var als ikki tað, ið vit høvdu avtalað at gera frammanundan, og vit skuldu koma inn í seinna hálvleik sum nakrir brandar og bara spæla okkara spæl; spæla við gleði og hava viljan við okkum, segði avbera fegna Drós Ragnarsdóttir.

 

Lilja Mohr, Eir Berg og Drós Ragnarsdóttir eftir finalusigurin á Hálsi.

- Tað gula gólvið er altíð ein heiður at spæla á.

 

Dagsins leikarar gjørdust stórspælandi málverjin hjá Neistanum, Fríða Petersen, og hjá VÍF var tað strikan, Kathe Frederiksen, ið fekk heiðurin.

Toppskjúttarnir hjá liðunum vóru Marjun Danberg hjá Neistanum við 6 málum og Marianna H. Jacobsen hjá VÍF við 5 málum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.