Beinta og Katrin
Skótaturriklæði í 365 dagar
Systrarnar Beinta og Katrin Elisabet úr Hvalvík settu sær í fjør fyri at ganga í skótaturriklæði hvønn dag í eitt ár
17.02.2016 - 02:45

10. januar hevði 24 ára gamla Beinta Kollslíð gingið við skótaturriklæði hvønn dag í eitt heilt ár, meðan systirin, 11 ára gamla Katrin Elisabet Kollslíð, enn hevur nakrar vikur eftir av avbjóðingini.

 

- Vit ganga við skótaturriklæði hvønn dag í eitt ár í sambandi við, at vit taka eitt skótamerki, ið skal seymast á skótabúnan. Vit skulu ganga við turriklæðinum sjónligum og rætt bundnum alla tíðina, uttan tá vit sova, eru í brúsu ella gera ítrótt, greiðir Beinta frá.

 

- Hetta er partur av nøkrum stuttligari merkjum, sum nakrir skótar niðri hava gjørt fyri at seta fokus á skótarørsluna á ein stuttligari hátt og vísa á, at tað ikki bert snýr seg um at binda knútar, men at vit eisini hava tað stuttligt, leggur hon aftrat.


Merkið, tær báðar fáa at seyma á skótabúnan. Mynd: © spejd365.dk

 

 

Sum at fáa brillur

- Didda fortaldi mær um merkini, og eg helt, tað ljóðaði ordiliga stuttligt. Tað var ein ógvuliga spontan avgerð, og eg byrjaði klokkan tíggju um kvøldið, sigur Katrin Elisabet, sum eftir systur sína verður annar føroyski skótin at taka merkið.

 

Hon sigur eisini, at tær, sum hon spælir fótbólt saman við, ikki heilt skilja, hví hon gongur við skótaturrklæði og hava hug at smílast, tá hon kemur við einum nýggjum liti til næstan hvørja venjing. Hon sigur eisini, at tey í skúlanum hugdu eitt sindur løgið at henni í fyrstuni, men at tað nú eru fleiri í skúlanum, sum taka merkið og tískil ganga við turriklæðinum, hóast summi eru givin aftur.

 

Beinta fortelur, at fyri seg var tað lætt at byrja.

 

- Eg fór upp um morgunin, bustaði tenn, læt meg í buksur, blusu og skótaturriklæði. Tað blívur ógvuliga skjótt vanligt, hóast onkur onkuntíð steðgaði mær í SMS og spurdi, um eg hevði gloymt at latið meg úr skótaturriklæðinum, seinast eg var á skótafundi.

 

Katrin Elisabet er tó skjót at viðmerkja, at tað er meiningin, at fólk skulu spyrja.

 

- Eg haldi, at tað er eitt sindur sum at fáa brillur. Fólk hyggja eina løtu, men so er tað bara vanligt, sigur Katrin Elisabet.

 

- Nei, eg haldi tað var løgnari at fáa brillur. Eg fekk fleiri spurningar, tá eg fekk brillur, enn tá eg gekk við turriklæðinum, svarar Beinta henni aftur.

 


Beinta í skótabúna. Mynd: © privat.

 

 

Lívið í skótaturriklæði

- Vit hava báðar turriklæðir í fleiri ymiskum litum, tí vit hava býtt um, tá vit hava verið á jamboree, men eg keypti okkum eitt svart í part fyri at blenda betur inn, sigur Beinta.

 

- Eg arbeiddi í barnagarði næstan alla tíðina, meðan eg gekk í tí, og tað passaði perfekt. Um børnini ikki sóu turriklæðið eina lítla løtu, so leitaðu tey eftir tí. Eg veit tó ikki, hvussu tað hevði verið í øðrum arbeiði, men reglurnar siga, at um tú hevur arbeiðsuniform, so er ikki neyðugt at vera í tí, meðan tú ert til arbeiðis.

 

Beinta greiðir eisini frá, at hon bara var ‘Skótin’ allastaðni, og summi als ikki vita, hvussu hon eitur á nýggja arbeiðsplássinum sum bussførari.

 

Katrin Elisabet sigur flennandi, at tað er eitt sindur løgið at skula velja skótaturriklæði at fara í brúdleyp í. Ein má bara velja tað, sum riggar frægast. Eisini greiðir hon frá, at hon ein morgunin mátti ringja eftir Beintu at koma við einum turriklæði, tí hon fann einki, og hon helt avgjørt ikki, at hon kundi fara í skúla uttan.

 

- Ja, tað skal eitt sindur av disiplini til at minnast til at fara í tað hvønn dag, heldur Beinta. Tað eru eisini fleiri , sum eru byrjað og síðani givin, áðrenn tey vóru liðug. Eg haldi, at tað er ordiliga undarligt at vera liðug nú. Eg er so von við at ganga í tí, at tað kennist, sum okkurt manglar. Nú má eg minnast til ikki at lata meg í turriklæðið.

 

Spurdar, um tær ongantíð snýttu, svara tær báðar systrarnar, at tær høvdu bundið turriklæðið eitt sindur øðrvísi til fastalávint, men at tað nokk var tí, tær ikki høvdu lisið reglurnar so væl áðrenn, og ikki tí tær ætlaðu at snýta.

 


Beinta í skótaturriklæði á fastalávint. Mynd: © privat.

 

 

Skótafamilja

Í familjuni hjá Beintu og Katrini Elisabet hava øll verið skótar. Tey eru partur av grøna KFUM skótaliðnum Borgini í Hvalvík.

 

- Bæði mamma og babba hava verið leiðarar, og Beinta hevur verið virkin í skótarørsluni í 18 ár og er nú leiðari. Eg havi sjálv verið úlvur í 4 ár og skóti í 2, og beiggi er nú eisini skóti, greiðir Katrin Elisabet frá.

 

- Tað er ringt at fáa tíð til alt, tí eg gangi eisini til onnur frítíðarítriv. Ofta eru skótalegur sama vikuskifti, sum vit eisini skulu spæla fótbóltsdyst. Men tá velji eg ofta at fara á legu, tí tað er ikki so ofta, og tað er eisini tað stuttligasta.

 

- Eg haldi, at skótalívið sum heild hevur stóran týdning fyri okkum, leggur Beinta aftrat. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu skótaliðið spakuliga er vaksið. Tað eru nú einir 16 skótar, ið møta upp hvørjaferð og 20 úlvar umframt leiðarar. Tað er rættiliga nógv, tá hugsað verður um, at tað bert eru 70 børn í skúlanum í Hvalvík.

 


Katrin Elisabet á í skótaturriklæði á jólum. Mynd: © privat.

 

 

Onnur merki

Katrin Elisabet er longu farin at hugsa um, hvat annað av stuttligu merkjunum, hon nú skal fara at taka.

 

- Eg haldi ikki, at eg fari at súkkla til skótar hvørjaferð ella sova í telti í eitt heilt ár, tí tað er bæði hált og kalt í Føroyum. Onkur í Kvívík hevur verið í soviposa í 24 tímar, men tí má eg bíða við, til eg eri liðug við hetta, tí annars verður turriklæðið ikki sjónligt.

 

Beinta hevur tosað við onkrar av hinum leiðarunum um at taka eitt merki, ið snýr seg um at búgva í skótahúsinum í eina heila viku.

 

Les meira um stuttligu merkini her og her.

 


Katrin Elisabet í skótaturriklæði og medalju. Mynd: © privat.

 

Beinta tók eina mynd hvønn dag. Myndir: © privatar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.