Jóhanna sminkar: Romantiskt look

Jóhanna sminkar: Romantiskt look
Hvønn mánadag kemur Jóhanna Niclasen við einum nýggjum sminkusjónbandi. Alt frá sminkulookum til heimagjørdar maskur og kurar
11.04.2016 - 14:00

Hon hevur leingi sminkað øðrum, vegleiðir gjøgnum sín blogg og er nú byrjað uppá sjónbond. Jóhanna hevur eina avslappaða, ærliga persónligheit og fer tær næstu vikurnar at læra frá sínum royndum.

 

This week's look

Lookið hesa ferð er romantiskt, so at siga náttúrligt, men við dramatiskum eygum. Hon greiðir frá um blending, cut-crease og alt annað, ið mann annars kennir frá sminkuheiminum.

 

Greinin heldur fram niðanfyri.

 

Rani Petersen hevur gjørt sjónbandið.

 

Litirnir drógu

Hóast sminka og vakurleiki av álvara hava vundið uppá seg, hevur Jóhanna altíð spælt við listina at sminka.

 

- Síðan eg var smágenta, havi eg altíð verið áhugað í litum, handverki og at sum heild vera kreativ. Tá eg var yngri, átti eg altíð skítifult av bíligum palettum við eygnaskuggum, sum eg elskaði at royna meg við. Við árunum havi eg fingið størri áhuga fyri vakurleika sum heild og havi síðani heilt ung gjørt hár, negl, sminku og alt annað á familju, vinkonur o.s.fr.

 

Venjing og royndir geva úrslit

- Í fleiri ár havi eg brúkt systrar og vinkonur mínar til modellir – bara fyri meg sjálva. Einki verður víst fram, tað er bara, so eg sjálv kann gerast betur og venja meg við ymiskt make-up. Eg haldi meg ongantíð innanfyri mína safe-zone, men strembi hvønn dag eftir at læra meira.

 

Fyri eina, sum sminkar fyri onnur til brúdleyp og veitslur o.a., noyðist mann at fylgja við og læra. 

 

- Eisini sminki eg mær næstan hvønn dag, áðrenn eg skal í brús í song, bara fyri at royna ymisk look, tá ið sminkan er lættari at vaska av aftur. Eg geri nógv við kosmetikk í frítíðini, so eg fari uttan iva at stremba eftir at byrja mínar egnu seriur av vørum. Annars havi eg eisini sminkað onnur til veitslur, brúdleyp o.a. og eisini brúkt nógva tíð uppá drag make-up, ið er ein heimur fyri seg. 

 

20'ini sminka - mynd frá blogginum hjá Jóhannu.

 

Skúlin var læruríkur

- Í 2014 fór eg á frisørdeildina á Tekniska Skúla, har eg lærdi ótrúliga nógv aftrat tí, eg longu visti. Eisini fekk eg nógv størri áhuga fyri at gera hár o.a., men av persónligum orsøkum, valdi eg at ikki fara í læru víðari, men at taka HF fyrst. Har er tó eingin ivi í, at eg fari at arbeiða innan vakurleika í framtíðini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.