Einsamalt at vera vegetar í Føroyum

Einsamalt at vera vegetar í Føroyum
Føroyingum dámar kjøt, og er 'vegetarur' tí næstan eitt ókent orð í Føroyum. 20 ára gamla Solveig Arge greiðir frá lívinum sum vegetar, og hvussu umhvørvið er til tess í Føroyum
19.04.2016 - 18:45

20 ára gamla Solveig Arge er stoltur vegetarur og hevur ikki etið kjøt í heili trý ár.

 

Solveig er vegetar, og ikki veganur. Hetta merkir, at hon etur egg, ost og annað, bert ikki kjøt.

 

Sambært Solveig var tað at gerast vegetar besta valið í sínum lívi. Eitt val, sum hon vil viðmæla øllum, ið hvussu so er at royna. Fleiri, sum hon kennir, hava roynt tað, og dámar teimum tað væl.

 

Djóraelskari og fjeppast ikki í smakkinum

Solveig hevur altíð havt eitt heilt serligt samband til djór. Umframt at hava átt kettu og marssvín, hevur hon eisini átt hest. Hetta serliga sambandið til djór hevur møguliga verið ein orsøk til, at hon gjørdist vegetar.

 

- Har er eingin ávís orsøk, til at eg gjørdist vegetar. Tað er blanding av tí, at eg haldi tað vera synd í djórunum, at mær ikki dámar kjøt nakað serliga væl, og eisini at eg haldi tað vera sunnari at eta vegetariskan mat.


wink emoticon

Tíðarkrevjandi og dýrt

- Sum einsamallur vegetarur í familjuni nýti eg nógva tíð til mat. Bæði at finna uppá og síðan at gera máltíðina til mín sjálvs.

 

Sum 20 ára gomul og heimabúgvandi fáa tey flestu ungu matin serveraðan á silvurskeið, men sum vegetarur gongur hetta ikki. Ein nýtir væl meira tíð í køkinum, men tað dámar henni bara stak væl. Solveig vísir her til appina “Yummly”, sum m.a. hevur nógvar góðar vegetaruppskriftir. Appin hevur á hendan hátt verið lykilin til ein heilt nýggja heim av lekkrum, grønum mati.

 

- Umframt at tað er tíðarkrevjandi, so er tað vanliga eisini dýrari. Í mínum føri eti eg einans vistrøðiligt, og kann tað tá gerast væl dýrari.

 

Lítið úrval í handlunum

- Sum heild er úrvalið í handlunum slettis ikki til vildar. Teir hava ikki allar vørur, og ein kann ikki vænta eitt úrval av ymsum merkjum, tá tað snýr seg um eina spesifikka vøru.Tað, at eg einans eti vistfrøðiligt, ger sjálvandi alt hetta verri.

 

Solveig togar serliga FK burturúr, sum hevur eitt fantastiskt úrval, og Miklagarð, sum hevur eitt heilt rímiligt úrval.

 

Matstovurnar eru ikki vegetar-vinaligar

Hóast Solveig ikki gongur nógv á matstovum, so kann hon staðfesta, at tær flestu eru ikki serliga “vegetarvinaligar.”

 

- Á flestu vanligu matstovunum er úrvalið ikki til vildar. Eg noyðist altíð at biðja um okkurt, men minus kjøtið. Hetta ber ikki eingongd altíð til.

 

Úrvalið á matstovum er altso ikki til vildar, og er hetta skilligt, tá Føroyar eru so vegetarfátækar. Á fínari matstovum er Solveig ikki varug við úrvalið.

 

Føroyingar skilja ikki vegetarar

Spurd um, hvørt fólk vóru skiljandi yvir hennara støðu, og hvussu hugburðurin er mótvegis tí at vera vegetar, svarar Solveig:

 

- Flestu fólk eru skiljandi, men halda tað vera løgið. Reaktiónirnar eru sera ymsar frá persóni til persón, tá tey fáa at vita, at eg eri vegetar. Tað at vera vegetar er ótrúliga ókent í Føroyum.

 

Familjan er tó skiljandi, men halda tað enn vera eitt sindur óskilligt. Hvørji jól verði eg spurd: "Nú góða, skal aftur bert hava eplir og sós í ár?" 

 

Vitaminir, mineralir, proteinir o.s.fr.

Solveig sær ikki vantandi føðsluevnir sum ein trupulleika, hóast hon er vegetar.

 

- Kroppurin sigur sjálvur væl frá, hvørjum føðsluevni honum tørvar. Hetta ger, at mann fær sær tann neyðuga matin, mest sum av sær sjálvum. Her verður hugsað um eggjahvítaevni, feitt og kolhydrat. Hvussu tað er við vitaminum og mineralum, er Solveig enn ikki vís í.

 

- Eg havi sum sagt bert verið vegetar í trý ár, men eg kenni meg bert sunnari og frískari enn nakrantíð áður, so enn bendir einki á, at mær vantar nakað slag av kosti.

 

- Fólk eru so ymisk, og tað er tískil trupult at gera eina kostplan fyri hvønn einstakan her, endar Solveig við einum smíli.                                                                                                                            

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.