VÍF eru føroyameistarar

VÍF eru føroyameistarar
Menninir frá Vestmanna gjørdu greitt, hvat besta liðið í Føroyum er, tá ið teir vunnu 29-27 á H71
23.04.2016 - 20:00

VÍF tryggjaðu sær í kvøld føroyameistaraheitið, eftir at teir vunnu 29-27 á hoyvíkingum. Við stórsigri mikudagin skuldu teir bert fáa javnleik fyri at vinna meistaraheitið. Hálvleiksstøðan var 12-15.

 

- Vit fara inn í dystin í dag og hava sum so einki at missa. Vit kunnu bara gera tað betri enn seinast. Tapa so við tveimum málum og gera tað nógv beri enn mikudagin, segði 18-ára gamli Hilmar Leon Jakobsen, ið skoraði 8 mál í dystinum.

 

- Vit høvdu væntað ein javnari dyst í dag enn mikudagin, tí vit vita, at H71 eru eitt nógv betri lið enn tað, teir vístu mikudagin. Bæði í dag og mikudagin standa vit betri saman sum eitt lið, enn teir gera, segði Hanus Christophersen hjá VÍF eftir sigurin.

 

 

Mundu vent dystinum á høvdið fleiri ferðir

Hóast H71 vóru aftanfyri ein stóran part av dystinum, varð tað als ikki ein dystur uttan spenning.

 

- Vit koma út aftur úr hálvleikinum og hála inn við fýra málum, men missa tað aftur. Eg dugi ikki ordiliga at seta fingur á, hvat tað er, sum gongur galið. Vit kiksa ov nógv, og teir megna at skora, sigur Hilmar Leon.

 

Høllin var á gosi

Fleiri ferðir í dystinum var øll høllin á gosi orsakað av ósemju við fleiri av dømingunum. Serliga vóru tað hoyvíkingar, ið ikki vóru glaðir fyri dømingina.

 

- Eg fari ikki at geva dómarunum nakra skyld fyri tapið. Vit blaka tað vekk sjálvir, leggur Hilmar Leon aftrat.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.