- Hildu tað bæði vera óseriøst og óvirðiligt at tosa um í Løgtinginum

- Hildu tað bæði vera óseriøst og óvirðiligt at tosa um í Løgtinginum
Ungi politikkarin, Bjarni Kárason Petersen, varpaði herfyri ljós á, at tað eru fyrimunir við at gera hassj, marihuana og onnur bleytari rúsevni lóglig í Føroyum
24.04.2016 - 16:15

Bjarni Kárason Petersen er ein av teimum ungu politikkarunum, sum hava sitið á Tingi. Hann var nummar fýra á Framsóknarlistanum og er tí varamaður fyri Framsókn í Løgtinginum. Bjarni hevur sitið tvær ferðir í Løgtinginum. Hesa ferð setti hann hol á eitt evni, ið politikkarum vanliga ikki dámar so væl at tosa um.

 

Miðflokkurin kom við einum uppskoti til samtyktar, sum snúði seg um at økja um innsatsin at hava størri eftirlit av ólógligum innflutningi av rúsevnum. Bjarni vildi tískil gera vart við, at um mann vildi herða eftirlitið av rúsevnum, átti mann eisini at tosa um, sambært honum, teir veruligu trupulleikarnar við rúsevnum.

 

 

Tíðin er ov óbúgvin í mun til spurningin

Men hansara meining var ikki so væl móttikin. Ikki bara tí at nakrir politikkarar vóru ósamdir, men nakrir hildu í roynd og veru, at hetta evnið var ov óseriøst.

 

- Onnur tingfólk, ið tóku orðið, kallaðu tað bæði óseriøst og óvirðiligt at tosa um slíkt í háttvirda Løgtinginum. Tað sigur eitt sindur um, hvussu óbúgvin tíðin er í mun til spurningin, men onkur má seta hol á, heldur Bjarni.

 

Tá tú ert politikkari, hava nærum øll eina meining um teg. Tískil mugu politikkarnir altíð standa til svars fyri tí, teir siga. Summi evni ynskja nakrir politikkarar ikki at rópa hart um, hvat teir halda. Tað eru typisk etisk mál ella onnur mál, ið seta samfelagið í tvíningar. Eitt dømi er spurningurin um fría fosturtøku, har eingin flokkur, uttan Miðflokkurin, hevur meldað greitt út, hvat teir halda. Spurningurin um at legalisera ymisk sløg av rúsevnum er helst ein av teimum.

 

- Eg rokni ikki við, at eg havi mist so nógvar atkvøður upp á tað. Kanska heldur hinvegin um nakað. Fyri tey, sum kenna meg, so kemur hetta heldur ikki sum eitt sjokk. Eg eri ein liberalur politikkari og raðfesti tað persónliga frælsið hægst. Men tað verður spennandi komandi dagarnar at hoyra, hvat fólk halda um spurningin, og um tey hava broytt støðu í mun til teirra fatan av mær sum politikkara. Men eg kann ikki lúgva fyri mær sjálvum, sigur Bjarni. 

 

Aðru ferð Bjarni K. Petersen tók sæti á Tingi

 

Eingin veit, hvat er í teimum rúsevnum, sum eru at fáa

Bjarni heldur, at núverandi støða als ikki er nøktandi. Hann sipar til, at eingin veit, hvat er í teimum rúsevnum, sum eru at fáa, og ongin veit, hvagar peningurin fer. Tískil heldur hann, at tað eru nógvir fyrimunir í at gera hassj, marihuana og onnur bleytari rúsevni lóglig í Føroyum. 

 

- Svarti marknaðurin fyri bleyt rúsevni fer at hvørva og harvið eisini sølugrundarlagið hjá bandum og brotsmonnum. Tað ber eisini til at seta aldursmark á, hvør kann sleppa at keypa og hava neyðugt eftirlit og neyðugar reguleringar. Tá ber tað til at krevja góðkendar framleiðarar, innflytarar og sølur, sum tryggja, at vøran er í lagi. Harafturat kann eitt innihaldsyvirlit tá eisini fylgja við, soleiðis at tú veitst akkurát, hvat tað er, tú koyrir niður í teg. 

 

 

- Eg eri vónbrotin av, at mann ikki eingongd vil taka kjakið

Sambært Bjarna kann hetta eisini gerast ein fyrimunur fyri landskassan, um hann fer at krevja inntøkur fyri bleytari rúsevnir - um tey altso verða lóglig. Inntøkan kann harvið vera við til at fyribyrgja hørðum rúsevnum.

 

- Landskassin kann krevja inntøkur í form av meirvirðisgjaldi og ' avgjøld av innfluttum rúsevnum, og tær inntøkurnar kunnu markast til tað fyribyrgjandi arbeiðið ella til at herða eftirlitið og upplýsingina um tey harðaru rúsevnini. Tað skuldi verið frægari, at vit høvdu ein almennan stovn, sum kann stýra nýtsluni av bleytum rúsevnum, heldur enn at lata skipaðan kriminalitet hava tann marknaðin. Og tað eru nógvir hættir at skipa eina slíka sølu. 

 

Bjarni ásannar tó, at tað allarhelst ikki er undirtøka í Løgtinginum um at gera bleytari rúsevnir lóglig. Men hann er tó vónbrotin av, at mann eingongd ikki vil taka kjakið. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.