RøddinLive: Brúðarhús, spurnarkapping og Føroyar

RøddinLive: Brúðarhús, spurnarkapping og Føroyar
LGBT bjóðar í brúðarhús í Reinsarínum. Magnus og Petur eru við í spurnarkapping. Fýra kvinnur greiða frá, hví tær fluttu heim eftir loknan lesnað. RøddinLive í kvøld klokkan 20
29.04.2016 - 18:15

Uppskotið um borgarliga vígslu millum samkynd bleiv samtykt í dag við triðju viðgerð. 19 atkvøddu fyri og 14 ímóti. LGBT hátíðarheldur, at samkynd nú sleppa at giftast borgarliga. LGBT bjóðar í Brúðarhús í Reinsarínum í kvøld, og vit fregnast, hvat sker har.

 


Reinsaríið  Mynd: © LGBT Føroyar

 

Magnus Olsen og Petur Thomsen sluppu ikki við á Quistin hjá Gunnari Nolsøe, men Torbjørn hevur fyrireikað eina minst líka stuttliga og spennandi spurnarkapping.

 


Magnus Olsen og Petur Thomsen

 

Vit snakka eisini um Føroyar. Summi verða búsitandi, summi fara av landinum og koma aftur eftir nøkur ár í útlegd, meðan onnur als ikki koma aftur. Fýra kvinnur greiða frá, hví tær fluttu heim til Føroya eftir loknan lesnað. Magnus og Petur, sum tó ikki hava verið uttanlands í lestrarørindum, práta eisini um Føroyar.

 

 

RøddinLive í útvarpinum kvøld klokkan 20.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.