Dan Olsen við nýggjum sjónbandalagi

Frá Facebook
Dan Olsen við nýggjum sjónbandalagi
25 ára gamli argjafrensurin ger um seg í London. Hann hevur nýliga skrivað eitt lag við heimskendum sangskrivara, sum verður temasangur undir einum nýggjum filmi seinni í ár
17.05.2016 - 18:15

Dánjal Rói Olsen ella Dan Olsen, sum tey rópa hann í London, hevur júst útgivið nýtt sjónbandalag.

 

Heart Into Trouble

Sangurin varð fyrstu ferð framførdur á víðagitna og tignarliga filmsfestivalinum, Cannes.

 

Sangurin verður "title track" til filmin Carnivore. Av tí sama eru nógv klipp úr filminum við í sjónbandalagnum. Filmurin sjálvur verður frumframsýndur á Leicester Square í London.

 

Spurdur um, hvat sangurin snýr seg um, svarar Dánjal Rói - Høvuðslinjan í sanginum er "Don't let my mouth get my heart into trouble, so tú kanst sjálvur gita restina."

Sangurin varð framleiddur í Nashville, sum er ein tónleikasentralur í USA.

 

Sangurin skrivaður saman við heimskendum sangskrivara

- Eg skrivaði sangin við tónasmiðinum Martin Sutton. Martin hevur fyrr skrivað sangir við m.a. Celine Dion, LeAnn Rimes, Brian McFadden, Olivia Newton, Backstreet Boys o.s.fr.

 

Dánjal Rói hevur fleiri konsertir seinni í ár. Enn er skráin ikki almannakunngjørd, men hann fer allarhelst at spæla mest í USA, Evropa og Kina. Ikki er vist, um hann spælir nakað í Føroyum í summar.

 

Hann er eisini virkin á Facebook, har hann leggur sjónbond, nýggjar sangir, statusar o.a. út.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.