Benjamin Rajani slær ígjøgnum

Egin mynd
Benjamin Rajani slær ígjøgnum
Les samrøðu við Benjamin Rajani um nýggja sangin, komandi løg og alt har ímillum!
18.05.2016 - 19:00

20 ára gamli Benjamin Rajani hevur verið nógv frammi tær seinastu vikurnar, eftir at staklagið Naked Man kom út á YouTube.

 

Open Mic

Nógvur ymiskur tónleikur er at hoyra hvørt mikukvøld í Reinsarínum. Tiltakið Open Mic lovar royndum sum óroyndum tónleikarum at spæla tvey løg. Sjálv avgera tey, um tey spæla egnan tónleik ella sokallað coverløg. Tað var her, at Benjamin byrjaði at framføra fyri fólki.

 

- Open Mic er ein genialur "millum-plattformur" at lenda á, tá mann fer frá stóra lopinum at spæla einsamallur í kamarinum til at spæla konsert. Tað fór heilt yvir míni mørk at fara á pallin at framføra. Tað er faktiskt bara takkað veri damuni og hennara stuðli, at eg gjørdi tað, sigur Benjamin.

 

Benjamin Rajani til tónleikakappingina Sement - Mynd: Hanna Vang

 

Byrjaði við einum gittara 

Fyri akkurát einum ári síðani skrivaði Benjamin sín fyrsta sang. Tó var hann ikki óroyndur í tónleikaheiminum, av tí at hann hevur spælt gittara í nøkur ár.

 

- Íblásturin til at skriva mín egna tónleik kom frá sterkum kenslum og tonkum, ið skuldu úttrykkjast á onkran hátt. Sum oftast er tað pína ella líðing, ið inspirerar, sigur Benjamin.

 

 

Fyrstu ferð í studio

Fyrsti sangurin hjá Benjamini, Naked Man, varð innspældur í studio hjá vinmanninum Tórða Dam Jacobsen. Hvørgin teirra hevði nógvar royndir at framleiða tónleik, so tað bleiv til eina sera læruríka uppliving, har teir sótu uppi í fleiri nætur fyri at gera sangin heilt lidnan.

 

- Eg havi skrivað einar 14 sangir, men eg spæli bara nakrar av teimum. Seinastu mánaðirnar havi eg fokuserað á sang og at blíva betri til at spæla løgini, heldur enn at skriva. Eg fari nokk at skriva meir í summarferiuni. Eg valdi at spæla sangin 'Naked Man' inn, tí hann hevur nógvan týdning fyri meg, og eg haldi, at hann hevur ein góðan boðskap. Sangurin er uppmuntran til at liva, elska og "seize'a" the day, sigur hann.

 

 

Trupult at finna yvirskot

Nú endaligu próvtøkurnar nærkast kring landið, er tað torført hjá teimum flestu at finna tíð og orku til annað enn skúlaarbeiði og repitering. Sjálvur heldur Benjamin, at tað gerst eitt sindur truplari at skriva og spæla tónleik, nú endin av studentaútbúgvingini nærkast.

- Tað er eitt sindur trupult at finna yvirskot og løtur til at lata tað kreativa blomstra. Eg royni tó at brúka tað mesta av frítíðini uppá tónleik. Nú er skúlin skjótt liðugur, so tað verður nokk meira fokus á tonleik komandi ár, sigur Benjamin.

 

- Ætlanirnar fyri framtíðini eru at gera meira tónleik og at geva eitt nýtt staklag út skjótt, leggur Benjamin aftrat.

 

 

Hoyr sangin Naked Man her:

 

Um tú vilt fylgja við í komandi konsertum og útgávum hjá Benjamini, kunnu tit dáma hansara facebooksíðu her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.