20 ára gamli Jósef framførir stykki eftir 19 ára gamla Eli

20 ára gamli Jósef framførir stykki eftir 19 ára gamla Eli
Pianisturin, Jósef Zachariassen, er júst komin heim í feriu. Tó ikki fyri at strekkja nøkur troytt bein, men heldur fyri at undirhalda føroyingar og drotning Margrethu við sínum klaverspæli
28.06.2016 - 20:30

Pætur Jákupsson hevur skrivað

 

Jósef hevur spælt konsertir kring Føroyar, nærum síðani hann lendi í Vágunum. Saman við sangarinnuni, Biritu Poulsen, spældu tey fyri Margrethu, og seinni hevur hann eisini framført í útvarpssendingini Góðan Morgun Føroyar.

 

Vit fylgja Jósefi til síðstu solo-konsertina á hesum sinni, sum er í Norðurlandahúsinum, og forstýra hann í Frúutrøð, har hann hitar upp. 

 

Blakaður út beinanvegin

- Kanst tú líka bíða? Eg má hita upp einsamallur.

 

Gamaní!

 

Gjøgnum dyrnar ljóma romantiskir tónar eftir Franz Liszt.

 

Bíðitíðin liðug - hvussu fyrireikar tú teg til konsert?

- Á ein hátt sum ikki nógvir pianistar gera. Áðrenn eg nerti klaverið, slappi eg fullkomiliga av fyri so at finna innaru róð. Eftir eina løtu byrji spakuliga, við einum fingri í senn, at spæla ein tóna í senn, eins og eg aldrin havi nortið eitt klaver fyrr. Samstundis andi eg djúpt og róliga. Tað geri eina løtu. Tá eg so eri til reiðar, trívi eg í tað, sum skal framførast.

 

Fingrarnir ferðast ov skjótt til myndatólið.

 

Koyra til Norðurlandahúsið

- Mín Jazz-mobile.

 

 

Multifunktionellur!

 

 

Framførir stykki hjá fyrrverandi næmingi sínum

Tað, sum sermerkir dagin, er, at Jósef framførir eitt stykki eftir fyrrverandi klavernæmingi sínum Eli Tausen Á Lava. 19 ára gamli Eli er komponistur og lærir hjá víðagitna tónaskaldinum Sunnleif Rasmussen. Hetta er fyrsta stóra verkið hjá Eli, og bæði hann og Sunnleif eru og lurta.

 

 

Chromatica, heitið á stykkinum, skrivaði Eli í heyst 2015. Stykkið er í fimm satsum (tað vil siga fimm ymiskum “stykkjum”) og hevur til endamáls at útforska ymiskar stílar av kromatisismu. (Til teirra, ið ikki eru tónleikarar, kann tað sigast, at stykkið er nokk so “sýra”).

 

Jósef leggur í vaðið

 

Eftir Chromatica hálar Jósef Eli upp at bukka við sær

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.