Pokémon GO hertekur eisini Føroyar

Pokémon GO hertekur eisini Føroyar
Pokémon var væl umtókt í 90'unum, tá næstan hvørt barn sá filmarnar og átti Pokémonkort. Men nú er tað komið aftur. Hesa ferð í nýggjum hami sum ein app
18.07.2016 - 10:30

Pokémon GO gjørdist virkið fyri Føroyar um vikuskiftið, og longu um fýra tíðina byrjaðu bilar at koma regluliga á nøkur ávís støð í Havnini. Framman fyri Svimjihøllina, vestan fyri Café Natúr, beint við Kommunuskúlan og Sjónleikarhúsið. Næstan sum FBI agentar, sum eygleiða fólk – men hetta eru ikki agentar, hetta eru ung fólk, sum spæla eitt spæl á telefonini.

 

Runt í Havnini finnast nevniliga fleiri áhugaverd støð fyri tey, sum spæla hetta spælið, serliga har, sum kend listaverk eru. Hesi síggjast aftur á 2D kortinum í spælinum við einum ikoni, sum sigur frá, at her er antin eitt Pokéstop, har til ber at fáa fatur á fleiri Pokébóltum at fanga Pokémonar við, ella eitt Pokégym, har spælarar fara fyri at berjast móti hinum liðnum ella fyri at fáa serligar vinningar fyri at klára at verja staðið fyri sítt egna lið.  

 

Vit kunnu siga frá, at uttan fyri kontórið hjá Røddini, sum er partur av Kringvarpshúsinum, eru bæði eitt Pokégym (hesi eru ikki so nógv í tali, eini 5-6 frá miðbýnum og niðan í Hoyvíkina) og eitt Pokéstop (hesi eru nógv fleiri í tali, eini 40-45 í sama strekki). Í løtuni eigur tað gula liðið Pokégym’ið, men fyri bara tíggju minuttum síðani átti tað reyða liðið tað – so har er kapping alla tíðina.

 

Tað finst ein Facebook-bólkur fyri føroyingar, sum spæla Pokémon GO, og har vísir ein spurnarkanning, at tað reyða liðið er størst við fleiri enn 40 spælarum. Síðani koma hini bæði liðini – tað bláa og tað gula – við stívliga 30 spælarum í part. Helst eru nógv fleiri spælarar enn tey, sum hava svarað spurnarkanningini, men hon kann møguliga geva eina ábending um, at føroyingar býta seg rættiliga javnt millum liðini, heldur enn at savna seg í einum liði.  

 

Spurningurin er, hvørja ávirkan henda app fer at hava á ungdómin anno 2016.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.