Dag 1 á Wacken: Verið vælkomin, málmhøvd

Dag 1 á Wacken: Verið vælkomin, málmhøvd
Hanna Vang sigur frá síni ferð á heimsins størsta málmfestivali, Wacken
05.08.2016 - 01:45

Í lítla týska býnum, Wacken, situr ein føroyskur, svartur dómadagsmálmsbólkur á heimsins størsta málmsfestivali. Svartmálm er heitið á bólkinum, sum vann føroyska undanumfarið til Wacken Metal Battle. Í morgin skulu teir upptraðka fyri dómarunum og finna útav, um teir eru heimsins besti málmsbólkur. 

 

Ferðin byrjaði kl. 8 í morgun, tá vit, føroyska ferðaliðið, koyrdu í bussi í sjey tímar saman við danskarunum. Sum ein partur av Metal Battle luttakarum, verða vit beinavegin koyrd til V.I.P. tjaldøkið og sleppa undan at ganga nakað.

 

Festivalurin byrjar í morgin, so hetta tjaldøkið er so at siga tómt. Annars eru umleið 80.000 loyalir gestir á Wacken hvørt ár, har øll atgongumerkini konsekvent verða útseld fyrsta søludag. 

 

 

Vit hava sett okkum saman við suðurafrikanarum og danskarum. Summi kennast, og tey, sum ikki gera, eru opin og fyrikomandi fyri nýggju málmhøvdunum.

 

Tónleikurin frá grannunum ljóðar av stoner rokki, og afturvið sólsetrinum og sigarettunum hóskar alt væl saman til ein góðan pre-festival dag.

 

Tað serliga við føroyska bólkinum Svartmálm er, at eingin av teimum vísir sín sanna samleika. Teir vísa seg heldur ikki í miðlunum og ongantíð uttan sínar búnar. Teir vilja bert kennast við síni kunstnaranøvn Kríggj, Hungur, Pest og Deyði.

 

 

Tað er tó ikki so sjáldsamt fyri svartmálmsbólkar, sum vanliga eru rættiliga reserveraðir, tá tað kemur til miðlar o.a. Tað er ein partur av fullførda stílinum.

 

Svartmálmur er eitt slag av málmstónleiki, sum koyrir skjótt og agressivt og hevur eitt myrkt huglag. Tað er ljótt og skitið, men eisini vakurt og stemningsfult.

 

Dómadagsmálmur er heldur tungur og atmosferiskur, hóast eisini myrkur. Hamferð spælir dómadagsmálm.

 

Vit ganga tann langa vegin yvir til monkey class, t.v.s. vanliga tjaldøkið. Her skipar danska ferðaliðið fyri grillfest. Ein hugnalig løta, har mann endiliga fær okkurt ordiligt at eta og fær prátað ordiligt við donsku málmhøvdini og teirra Metal Battle luttakarar.

 

 

Vit sita nú uttan fyri okkara egnu tjøld í bølamyrkri. Summi hava keypt stól, meðan onnur mugu sita á sodavatnskartengum. Eingin sigur nakað. Hetta var ein langur dagur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.