- Ímyndi mær veðurbardar typur við grindablóði á troyggjuni

Mynd: TV2
- Ímyndi mær veðurbardar typur við grindablóði á troyggjuni
Komandi mánað kemur danski skemtarin, Tobias Dybvad, til Føroya at undirhalda
10.08.2016 - 02:45

Tobias Dybvad hevur ongantíð áður verið í Føroyum, og hann gleðir seg til umsíðir at sleppa at síggja vøkru oyggjarnar.

 

 

- Eg veit, at tit hava eina sera flotta og ráða náttúru, so eg ímyndi mær nakrar veðurbardar typur við grindablóði á troyggjuni. Haha, skal eg vera ærligur, so veit eg ikki so nógv um Føroyar, men eg eri vísur í, at tit eru nøkur deilig menniskju, og eg gleði meg til at møta tykkum við einum opnum sinni.

 

 

Tríggjar ferðir er hann vorðin tilnevndur “Årets komiker” til Zulu Comedy Galla. Nú kemur hann so til Føroya at upptraðka fyri einari fjøld, sum møguliga hevur øðrvísi humor enn flestu danskarar.

 

 

- Eg ímyndi mær sum so ikki, at tað verður so nógv øðrvísi. Men eg kann fara skeivur! Eg havi jú nakrar dagar áðrenn framførsluna til at fella til í, heilsa upp á onkran lokalan og fyrireika undirhaldið, sigur Dybvad.

 

 

Tveir gestir við

Við sær til Føroya hevur Dybvad tveir aðrar skemtarar. Teir eru Karsten Green og Rasmus Olsen, og teir fara at hita upp áðrenn sjálva framførsluna hjá Dybvad.

 

 

Stóra framførlsan verður í Dansifrøi tann 15. september, har pláss verður fyri heili 400 áskoðarum.

 

 

Dybvad og hansara manning koma til Føroya nakrar dagar áðrenn, tí umframt framførsluna skulu teir eisini taka upp tilfarið til sendingina, sum verður ein partur í 7. sesong í røðini “Dybvaaaad”.

 

 

- Eg gleði meg sera nógv! Serliga til flogferðin er av - hana havi eg hoyrt nógv um!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.