Happaður til deyðis

Happaður til deyðis
- Sonur mín átti ikki at doyð til tess at verða hoyrdur. Tað er okkurt galið við vaksnum fólki við myndugleika, tá tey ikki kunnu veita hjálp
14.08.2016 - 19:45

13 ára gamli Daniel Fitzpatrick úr Amerika varð argaður við síni vekt, sínum karakterum og sínum eyma sinni. Hann bað um hjálp í sínum skúla, “Holy Angels Catholic Academy”, men føldi ikki, at hann varð hoyrdur.

 

 

At enda valdi Daniel at gera av við seg. Stórasystir hansara fann hann við einum belti vundið um hálsin. Hon ringdi eftir hjálp, men tað var tíverri ov seint.

 

 

Legði eitt hjartanívandi bræv eftir seg

 

- Eg skrivi hetta bræv fyri at greiða frá míni uppliving á Holy Angels Catholic Academy, byrjar Daniel sítt bræv, sum nú er farið víða um á sosialu miðlunum. 

 

 

Í brævinum skrivar hann eisini um fimm dreingir, sum høvdu happað hann konstant. Hann lýsir, hvussu hann endaði í bardaga við ein av teimum og breyt lítlafingur.

 

 

 

Skúlin, sum Daniel gekk á, hevði viðmælt, at Daniel skuldi ganga 7. flokk umaftur, men á einum øðrum skúla. Leiðslan meinti, at tað fór at verða ov hart fyri Daniel at ganga eitt skúlaár aftrat á teirra skúla.

 

 

Familjan hjá Daniel meinar, at happingin var orsøkin til fakligu trupulleikarnar, tí hon hevði negativa ávirkan á sjálvsvirðið hjá Daniel.

 

 

- Sonur mín átti ikki at doyð til tess at verða hoyrdur. Tað er okkurt galið við vaksnum fólki í autoritærum støðum, tá tey ikki kunnu veita hjálp, sigur mamma Daniel, Maureen Fitzpatrick. 

 


Mamma Daniel Fitzpatrick vildi vera við, at sonurin føldi tað, sum um at allur skúlin flenti aftan fyri ryggin á Daniel, meðan hann varð happaður. 

 

 

Kelda: New York Daily News

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.