Islamiskt slør: Mentan, ikki religión

Islamiskt slør: Mentan, ikki religión
Pakistanska Sherin, ið er uppvaksin í Saudiarábia um slør, mentan, religión og koyrikort
17.08.2016 - 22:30

Seinastu árini hevur kjakið í vesturheiminum snúð seg nógv um muslimar. Rákið í eitt nú Norðurlondum er rættiliga høgravent – ja, til tíðir næstan fremmandahatskt – og retorikkurin er ofta óneyðuga ljótur og leggur dent á munir og miseydnaða integratión. Ein annar partur av hesum sama kjaki eru tey, sum siga, at tað er so synd í kvinnum í muslimska heiminum, men spurningurin er, hvat tær sjálvar halda.

 

 

Kanska ikki heilt so ólík?

– ‘How I Met Your Mother’ er eitt sindur sum ein nýggjari versjón av ‘Friends’, men eg meini tað, einki slær ‘Friends’… og ‘Lion King!’ sigur 25 ára gamla Sherin Yousuf Naqui.

 

Vit sita á einum hugnastaði mitt í jungluni nær malaisiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur og kjakast um sjónvarpsrøðir og filmar sum ‘How I Met Your Mother’, ‘Friends’, ‘Her’ og ‘Lion King’, ímeðan vit eta. ‘Vit’ eru ein úr Libya, ein srilankabúgvi, tveir pakistanar og ein føroyingur. Hóast vit hava rættiliga ymiska bakgrund og okkara pass hava ymiskar litir, so hyggja vit at nógvum av somu sjónvarpsrøðunum og dáma somu filmarnar. Kanska vit ikki eru heilt so ymisk hóast alt.

 

 

 

Pakistani í Saudiarábia

Sherin er annar pakistanin við borðið. Hon er í gongd við seinasta semestrið av bachelorútbúgving í altjóða viðurskiftum á einum bretskum universiteti í Malaisia. Hon hevur tó ongantíð búð í Pakistan, tí fyri nógvum árum síðani byrjaði pápi hennara eina byggifyritøku í Saudiarábia, og er hon tískil uppvaksin har.

 

– Eg havi heilt víst verið privilegerað, tí eg eri uppvaksin í einum amerikonskum umráði í Saudiarábia – ja, USA eigur eitt øki í Saudiarábia, og har galda amerikanskar lógir, so vit hava kunnað farið á strondina og telttúr og sovorði til stuttleika. Saudiarábia er eitt lortað stað upp á nógvar mátar, men gott, um tú ætlar tær at tjena nógvar pengar, sigur Sherin.

 

Hon greiðir eisini frá, at líkt nógvum øðrum altjóða børnum, so er hennara mentan ein blandingsmentan, tí foreldrini eru úr einum stað, hon er uppvaksin í einum øðrum, og so verður hennara mentan til okkurt heilt triðja. Eisini hevur hon verið ávirkað av øðrum mentanum, tí mamma hennara, sum er hálvur irani og hálvur pakistani, men uppvaksin í Kuveit, elskar at gera mat og bjóða fólki heim til teirra. Tey hava hildið bæði jól og nýggjár saman við altjóða vinfólki eitt nú indarum, pakistanum og evropearum, hóast Sherin og familjan eru muslimar, men tað mátti gerast í tí stilla og fjalast fyri saudiarábiska trúarpolitinum.

 

 

Festlig muslimsk kvinna

Sherin er ein ógvuliga lívlig genta og trúgvandi shia muslimur. Tú hugsar als ikki, at hon er ein kúgað muslimsk kvinna, tá tú sært hana, men heldur, at hon átti at verið sjónvarpsvertur ella standup komikari, tí hon er so gløgg og festlig og eitt heilt natúrligt miðpunkt.

 

Sherin drekkur ikki rúsdrekka, men við eini vatnpípu er hon veruliga í essinum. Hon hevur at vinfólkunum, tá tey fylla vatnpípuna við vatni, tí tað er betri við mjólk. Síðani tekur hon yvir at gera til, og ‘mjólkapípan’ hevur ongantíð verið betri enn tað sama. Eisini viðmerkir hon, at vit báðar áttu at verið farnar í býin saman oftari, tí henni dámar so væl at dansa, hóast hon hvørki drekkur øl ella vín.

 

– Eg haldi tað vera skeivt at fylgja Muhammedi, júst sum hann livdi og at telja, hvussu nógvar dadlur hann át og sovorði fjákutt. Heldur haldi eg, at vit eiga at liva eftir hansara menniskjansligu vísdómsorðum, og so dugi eg ikki at síggja, hví eg ikki skal kunna fara út við vinfólki og dansa, til føturnir detta av, hóast eg ikki drekki.

 

 

 

Als ikki so kúgaðar

Uttan fyri Saudiarábia gongur lívliga Sherin hvørki við turriklæði ella í øðrum serliga muslimskum klæðum. Hon gongur tó í blusum og buksum við longum ermum fyri at vísa eyðmýkt. Tá hon er heima í Saudiarábia, gongur hon kortini í ‘abaya’, sum er ein fótsíður kjóli við longum ermum, ið er krav fyri kvinnur í Saudiarábia. Hon fjalir sostatt ongantíð hár ella andlit, tí tað nýtist henni ikki. Hon viðgongur tó, at í saudiarábiska høvuðsstaðnum Riyadh mugu kvinnu ganga í ‘niqab’, so bara eyguni síggjast.

 

 –  Um fólk veruliga lósu koranina til fulnar, so høvdu tey eisini uppdagað, at tað ikki er islam, sum krevur, at kvinnur fjala hár og andlit. Tað er í saudiarábiskari mentan, at tað er vanligt, at kvinnurnar eru fjaldar handan slør – ikki í islam. Men mentanin er blivin ein partur av trúnni í summum støðum og tað eru mentanir, sum bresta saman og skapa trupulleikar og kríggj, og ikki islam.

 

Nógvir reyðsokkar kring heimin hava harumframt verið á gosi um, at saudiarábiskar kvinnur ikki sleppa at koyra bil, og hetta er eingin skrøna. Tað leggur Sherin tó ikki so nógv í. Hon sigur, at eini 80% av kvinnunum hava tað fínt við hesum, meðan 20% eru ónøgdar. Sherin viðmerkir smílandi, at tað ikki er serliga neyðugt at hava koyrikort, tá tú hevur sjaffør alt samdøgrið allíkavæl, og at tað hava mestsum allar saudiarábiskar kvinnur.

 

 – Eg hevði kunnað koyrt og fingið koyrikort í amerikanska økinum í Saudiarábia, men har er hámarksferðin bara 60 km/tíman, og tað tími eg ikki at koyra – tað tímir eingin at koyra, leggur hon skemtingarsom aftrat.

 

 

Seinast eg prátaði við Sherin, ætlaði hon sær til Týsklands at lesa teologi, tá hon var liðug í Malaisia. Hetta ætlaði hon fyrst og fremst, tí trúgv hevur so stóran týdning í politikki, haðani hon er.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.