Kjøtfrítt september

Kjøtfrítt september
September nærkast, og tá skal etast við samkenslu. Áræði til tess fáa vit frá Unu og Guðrun á Facebook síðu teirra “Veganarirnir og verðin”
21.08.2016 - 18:45

20 ára Una Nielsdóttir Galán og 19 ára gamla Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen eru stigtakararnir til “Veganarir Og Verðin”. Talan er ikki um eitt ítøkiligt felag, bert tveir ágrýtnar veganarar við einari Facebook síðu; ið verður sera virkin í september. 

 

 

September við Samkenslu

Bretar hava “Veganuary” og danir “Marts med Medfølelse”. Í tí sambandi taka Una og Guðrun stig til “September við Samkenslu”. Tað snýr seg ikki um annað enn at eta veganskt í ein mánað. 

 

- Vit fara at leggja tilfar út javnan. Filmsbrot, myndir, uppskriftir o.s.fr., fyri at geva íblástur og áræði til teirri áhugaði. 

 

Hjá flestu føroyingum snýr tað seg um grundleggjandi vanabroyting. Júst tí brúka tær nógva orku henda eina mánaðin, har tær eggja øllum at eta veganskt, sjálvandi við vón um varandi úrslit.

 

Mynd: © Veganarirnir og Verðin 

Nógvir spennandi rættir síggjast á Facebook síðu teirra: 

 

Síðan : Veganarirnir og Verðin

Átækið : September við Samkenslu

 

Náttúran tolir ikki tínar matvanar

Í høvuðsheitum eru tríggjar orsøkir at gerast veganari. Av heilsuligum, umhvørvisligum og av djóravælferðaráðum. 

 

- Menniskju eru ikki innrættaði at eta kjøt, egg, ost ella at drekka djóramjólk. Nógvar sjúkur stava frá okkara matvanum, so sum krabbamein, húðsjúkur, sukursjúka og enn fleiri. Kjøtídnaðurin er eisini at kalla størsta drívmegin fyri altjóða umhvørvisoyðing. Ídnaðurin aleina framleiðir størri CO2 útlát enn øll heimsins transport tilsamans. 

 

Innistongt ella frítt; ongin humanur háttur finst til djóradráp, sigur Una. 

 

- Fríttgangandi, vistfrøðiligt ella ei. Vit vita øll, at drápið ikki er humanskt. Keypur ella etur tú kjøt, mjólk ella egg, stuðlar tú, kanska ótilvitað, djóramisnýtslu og pínslu. So einkult er tað. 

 

Mynd: © Veganarirnir og Verðin 

 

Mynd: © Veganarirnir og Verðin 

Veganskur White Russian

 

Viðkomandi heimasíður fyri veganska matgerð og lívsstíl : 

ohsheglows.com

neohippie.dk

madmedmedfoelelse.dk

 

 

Innkeypslisti til september : 

 

- Massar av grønmeti, bønur, linsur, rís, epli og pasta! Um mann saknar kjøt ella ost eru fleiri alternativ at finna í handlunum ! 

 

Góðan matarlyst ! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.