Heidi vegleiðir: Soleiðis skrivar tú stuttsøgur

Heidi vegleiðir: Soleiðis skrivar tú stuttsøgur
Hevur tú nakrantíð hugsað um at sett teg niður og skriva eina stuttsøgu, men barasta ikki veit, hvussu ein skal gera? Bara róligt, tú ert ikki tann einasti.
25.08.2016 - 02:00

Skrivað hevur: Heidi Lindenskov Róadóttir

 

Tosað verður nógv um, hvussu føroyskar bókmentir mangla ungar rithøvundar at fylla hillarnar upp við frískum, nýskrivaðum bókum á okkara móðurmáli. Og nei, at skriva eina stuttsøgu, er ikki tað sama sum at skriva ein stíl.

 

Hvat skalt tú skriva um?

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ein persónur skrivar eina stuttsøgu, og hvat ein stuttsøga er um. Tað kann vera alt frá einari kvinnu, ið situr og filosoferar út ígjøgnum eitt vindeyga, til ein hund, ið hevur mist sín bólt burtur. Tað er bert tú, ið setur mørkini fyri, hvat tín søga skal vera um.

 

Hvussu byrji eg?

Fyrst og fremst er tað týdningarmikið at vita nøkulunda, hvat tú skal skriva um, og tað er IKKI neyðugt at vita beinanvegin hvussu søgan skal enda, vit siga at tú skal "opna hurðina".

Søgan livir sítt egna lív, eins og tú livir títt egna lív. Tað er als ikki neyðugt at søgan hjá tær byrjar við einum oblikatoriskum "Einaferð var tað...", og jú meira persónlig skrivingin í tínari stuttsøgu gerst, jú betri og lættari er hon at lesa.

Tað er týdningarmikið at tú kennir persónin/persónarnar í søguni hjá tær, og veit hvussu teir bera seg at. Tí er tað smart at gera eina lýsing av persóninum, áðrenn tú byrjar at skriva.

Neyðugt er eisini at vita, hvar søgan gongur fyri seg, og kanska eisini nær hon gongur fyri seg (Hetta er alt eftir hvat tú skrivar um sjálvandi).

 

Climax?

Ja, tað ljóðar løgið, men tað er tað týdningarmiklasta tú hevur í einari søgu, tað er her tú "gongur ígjøgnum hurðina".

Tá tú skrivar, er tað neyðugt at tú ger tað spennandi fyri lesaran, og ikki skrivar tína søgu sum ein stíl. Uppá eitt tíðspunkt í tínari søgu, er tað neyðugt at tú rakar nakað ið eitur "Climax", ella sum onnur siga "Toppin av søguni". Eitt “Climax” er nakað ið hendur í søguni, t.d. at ein persónur brádliga doyr, ella at himmalin brádliga gjørdist gulur. So leingi tú kanst gera lesaran "kløkkan", so er tað nøktandi. Tað er einki mark fyri hvussu stórt títt “Climax” kann vera, men vanligt er at tú leggur upp til tað stóra “Climaxið”, við lítlum “Climaxum”, t.d. at onkur gerst sjúkur, ella at himmalin sær óvanligur út.

 

Hvussu endi eg?

Tá tú so at enda, kemur, er tað neyðugt at "lata hurðina aftur". Tað er eisini í lagi um tú ger ein 'cliffhanger', men tað er nú eisini ógvuliga irriterandi til tíðir. Endin skal helst kunna geva lesaranum eina behagiliga kenslu aftaná, hann hevur lisið hana, og tað er sjálvandi eisini ymiskt, hvat tín lesari dámar.

Tá tú so ert liðug/ur at skriva tína stuttsøgu og er nøgd/ur við hana, vís onrum hana og bið tey geva tær feedback, tí at fáa feeback er tað sama sum at finna 10 krónur í tínum jakkalumma.

 

Nær er ein stuttsøga ikki ein stuttsøga?

Tað er ógvuliga ymiskt, nær man sigur at ein stuttsøga ikki er ein stuttsøga, men ein bók ella ein stutttekstur. Ein bók kann eisini vera ein stuttsøgu-bók, og ein stutttekstur kann eisini vera ein ein langur stutttekstur. Tað er næstan bara tú, ið velur hvat tín søga er. (Tó kann ein bók ikki vera 5 síður).

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.