Góð ráð til miðnámsnæmingar
Júst byrjað/ur í miðnámi? Her eru nøkur góð ráð til tann, sum ikki vil fella afturúr av býttleika
28.08.2016 - 20:00

- Keyp ringbind ella mappur til øll leys pappír og sortera eftir lærugrein - NÚ. Tú kennir kanska skipanina í bunkunum av pappíri, men seinni verður tað ógjørligt at finna nakað aftur - trust me. 

 

- Droppa sosialar miðlar í tímunum. Um tú heldur, tú fært líka nógv burtur úr tímunum, so royn einaferð og sløkk internetið, fylg við og skriva notatir. Tíðin gongur skjótari, og tú lærir helst nógv meira.

 

- Ikki skulka fyri at gera manglandi innlatingar. Byrjar tú, so gerst tað ein vani. Tak teg heldur saman og ger tað í frítíðini.

 

- Lær teg at byrja uppá uppgávur so skjótt, tú fært tær. So fært tú yvirskot til alt møguligt annað enn manglandi heimaarbeiði. 

 

- Les altíð uppá. Lærarin luktar ófyrireikaðan næming langa leið. Og ikki halda at tú nært at turbo-lesa uppá í fríkorterinum. Kantinukøðin er ov long til tess. 

 

- Flenn eftir skemti hjá lærarum. Tað tænir væl at merkja ongum hægri endamáli, men kanska lærarin verður glaður. Og so er tað karakterurin… 

 

- Ver til reiðar at gera meira enn tín part í bólkaarbeiði. Ert tú í bólki við tí óseriøsa, so er antin at hjálpa viðkomandi at gera sítt ella - um tað er heilt galið - at gera alt beinanvegin. Felagskarakterur gongur út yvir øll í bólkinum. 

 

Um tú veruliga ert ein vónleysur, dovin snigil, so fæst hendan bókin í bókhandlunum : 

 

 
 

 

 

HM á trappuni: - Konufólk skulu ikki spæla fótbólt HM er byrjað, og fleiri fólk leita sær oman í Vágsbotn at hyggja. Men hvørjum halda tey við, og ætla tey sær eisini at hyggja eftir HM hjá kvinnum?
ShimaCon 2018: Føroya einasta 'nørda' stevna Shimacon er Føroya einasta stevna fyri tey, ið dáma anime/manga, kortspøl, cosplay, telduspøl og alt 'nørdut'
Nýggjur tónleikur frá Páll Finnur Páll Hoyr nýggjasta sangin her
Klumma: At vera ósamd um fosturtøku Lær teg at lurta, so lurta fólk eftir tær
Konnisa chill Konni Kass hevur gjørt okkum ein playlista við nøkrum av hennara yndisløgum!