Heidi vegleiðir: At skapa ein nýggjan persón

Heidi vegleiðir: At skapa ein nýggjan persón
Sjálvandi skal tín søga hava ein persón, ella fleiri persónar, í sær. Soleiðis kanst tú koma at kenna tín persón  
01.09.2016 - 17:00

Hvar byrji eg?

Tað eru altíð fleiri møguleikar til at finna uppá persónar, her eru nakrir:

 

Tú kanst skapa tínar persónar út frá øðrum persónum, ið tú møtir. t.d. onkur kann hava blá eygu, so gevur tú tínum persóni blá eygu. Onkur kann hava beinar tenn, so kanst tú geva tínum persóni beinar tenn. Tað vil so siga, at tín persónur hevur blá eygu og beinar tenn.

Tú kanst lesa, síðani taka grundarlagið fyri ein annan persón og byggja uppá tað. T.d. Katniss hevur brúnt hár og er sera djørv. Út frá hesum kanst tú gera ein persón, ið hevur brúnt hár, men kanska er mótsætt av Katniss - ómetaliga ódjarvur og torir einki at gera yvirhøvur.

Tú kanst hyggja at einum filmi, seta ymisku persónarnar í filminum saman og gera teir til ein persón, ið hevur eitt sindur av hvørjum

 

Í stuttum eru tað óendaligir mátar at skapa persónar uppá. Tað eru eingi mørk fyri, hvussu tín persónur skal vera.

 

Hvat er so týdningarmikið at gera eftir at tú hevur funnið persónin?

Tað, sum er ógvuliga týdningarmikið, eftir at tú hevur fingið tín persón fram, er at skriva niður alt, tú veit um tín persón. Tú skal kunna kenna tín persón betri enn teg sjálvan, men tó so mikið, at persónurin kann yvirraska teg. t.d. um talan er um ein persón, ið er sera smæðin, og ikki torir at gera nakað, men sum brádliga kann finna uppá at stilla seg uppá eina senu at syngja, so ert tú á rættari leið.

Eitt annað er, at tú SKRIVAR alt niður, tú veit um hann! Dedikera ein heilan dag til bara at skriva um persónin hjá tær og útgreina alt, tú kanst.

 

Útsjónd

Tað er ógvuliga neyðugt, at tú forklárar tínum lesara, hvussu persónurin sær út, tí um lesarin kann síggja persónin fyri sær uttan trupulleika, so hevur tú gjørt arbeiðið gott. Tó er tað týdningarmikið, at tú fortelur lesaranum uppá rættan máta, hvussu persónurin sær út. Her eru tvey dømi, eitt er eitt 'ringt' dømi, og hitt er eitt 'rætt' dømi.

 

No-go:

"Bárður, reytt hár, brúnlig eygu og beinar tenn, men hevur ongantíð brúkt boyla."

 

Go:

"Bárður var ein reyðhærdur drongur, ið hevði tey vakrastu nøtubrúnligu eyguni. Og aftrat øllum hesum, hevði hann so beinar tenn, at mann skuldi trúð, at hann var føddur við boyla, hóast hann ongantíð hevur gingið við einum."

 

Tað er tó, enn einaferð, eingin 'rættur' máti at lýsa tín persón uppá.

 

Innara tankagongd

Eitt annað, ið er týdningarmikið, er, at tú hevur innaru tankagongdina upp á pláss. Tað er sum oftast innara tankagongdin hjá tínum persóni, ið fortelur mest ígjøgnum eina søgu. Ein innara tankagongd kann lýsa kenslurnar, hvussu ein persónur hevur tað við onkrum, og hvat hann hugsar. Tað er bert lesarin, ið hoyrir tankagongdina hjá persóninum, og tí er tað umráðandi, at tú gert tankarnar so klárar sum møguligt, so lesarin skilir, hvat persónurin hugsar. Tað kann vera, at tú kennir væl til alt, sum persónurin hugsar um, men tað ger lesarin ikki.

 

Sum sagt áður, so er tað týdningarmiklasta av øllum at SKRIVA alt niður, sum tú kemur í tankar um!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.