- Kurvabóltur má mennast meir í Føroyum

- Kurvabóltur má mennast meir í Føroyum
Áhugin fyri kurvabólti er vaksandi í Føroyum, men enn er langt eftir á mál. Tað sigur Janus Jónatan Hannesarson, ið er ein av teimum fáu kurvabóltsleikarunum í Føroyum
11.09.2016 - 19:45

Tað var í fríkorterunum í Hoydølum, at áhugin fyri kurvabólti byrjaði hjá Janusi, og so var ikki leingi, áðrenn hann byrjaði at venja við Hamari, ið tá var einasta kurvabóltsfelagið í Føroyum. Í 2015 vórðu so tvey lið stovnað aftrat: Sporðdrekin í Havn og Ravnur í Eysturoynni. 

 

 

 

Venur nógv sjálvur

Nú kappingarárið í kurvabólti skjótt byrjar, hevur Hamar tvær liðvenjingar um vikuna. Tó hava ongar venjingar verið í alt summar, men tað steðgar ikki Janusi í at venja og fyrireika seg.

 

 

 

- Eg havi vant nógv sjálvur á uttanduravøllinum á Frælsinum. Annars styrkivenji eg tríggjar-fimm ferðir um vikuna, og sum ein persónlig avbjóðing arbeiði eg fram ímóti at kunna “dunk’a”. Tað er faktiskt mítt nýggjárslyfti fyri 2016, og nú manglar ikki nógv í hjá mær. 

 

 

 

 

 

 

 

Ein ítróttagrein í menning

Á oyggjaleikunum 2015 umboðaðu Føroyar kurvabólt fyri fyrstu ferð, og tað í sjálvum sær hevur verið við til at menna ítróttagreinina, heldur Janus.

 

 

 

- Luttøkan í oyggjaleikunum hevur fingið tey, ið eru áhugað í kurvabólti, at taka seg saman og seta ferð á. Tað leggur eisini eitt ávíst trýst á kommunurnar, soleiðis at umstøðurnar verða betri, sigur Janus.

 

 

 

Sum nú er, eru bert trý skrásett lið í Føroyum. Tað kundi verið betri, heldur Janus. 

 

 


- Fyrst og fremst mugu vit fáa eina væl skipaða kapping, sum helst endar við einari spennandi finalu sum í fjør. Nógv fólk vóru og hugdu, og hetta kann ivaleyst vera við til at menna áhugan. Eingin tímir serliga væl at byrja at venja eina ítróttagrein, sum ikki hevur tey basalu tingini í ordan. 

 

 

 


Jersey, oyggjaleikirnir 2015. Janus spældi við í Føroya fyrsta landsdysti í søguni. 

 

 

 

Oyggjaleikirnir verða aftur í 2017, og tá sleppa føroyingar væntandi aftur at umboða kurvabólt. 

 

 

 

- Mítt mál er at fáa eitt betri persónligt avrik næsta kappingarár, og síðani megna at varðveita mítt pláss á landsliðnum til oyggjaleikirnar 2017. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.