8 ting, ið tú kanst gera í heystferiuni

8 ting, ið tú kanst gera í heystferiuni
Her eru nøkur hugskotti, hvat tú kanst gera, nú tú hevur fingið feriu
10.10.2016 - 14:30

Kennir tú tað, tá man hevur glett seg ómetaliga nógv til heystferiuna, men nú tá hon er komin, veitst tú ikki rættiliga, hvat tú skalt gera? Her eru nøkur hugskot!

 

 

1) Far og tjekka Ronaldo út

Ein kann fáa samband við hann umvegis Tinder ella Instagram... havi eg hoyrt.

 

 

 

2) Klassikarin: far og les tær eina bók

Tað ljóðar ekstremt keðiligt, men tú hevur uttan iva eina bók liggjandi onkrastaðni, sum tú ongantíð ordiliga kom til at lesa. Well here's your chance!

 

3) Veðrið er gott

Og tá hevur tú óendaligt av møguleikum. Renn ein túr, gang ein túr, far ein biltúr til onkra bygd, sum tú ongantíð hevur verið í fyrr.

 

4) Byrja uppá Skam

Og um tú longu hevur sæð hana, kanst tú altíð hyggja eftir henni umaftur. Allir partarnir eru at finna (púra ókeypis) á nrk.no.

 

Les eisini: Tí skalt tú hyggja at sjónvarpsrøðini Skam

 

5) Tak nakrar eyka vaktir

Um tú hevur arbeiði, er tað nú, at tú hevur tíð til at taka eyka vaktir og tjena tær eitt sindur meir enn vanligt.

 

6) Far at fletta við pápa tínum

Hvat er tað ringasta, sum kann henda?

 

7) Tjekka, hvat gongur í biografinum

Ella far til ein sjónleik, ella kanska ein hugnaligan túr oman í Listaskálan.

 

8) Sov

Come on ... vit vita øll, at tað er tað, sum heystferian faktiskt er til.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.