Menstruatión – gáva heldur enn plága
- Eg kravdi at sleppa í føroyskt skjúrt, tí so kundi eg vera í tjúkkum skjúrti og bæði tjúkkum sokkabuksum og buksum innanundir – eingin skuldi síggja, at eg var í bindi!
13.10.2016 - 15:00

Skrivað hava Laura Gunnváardóttir og Jóhanna Magnusardóttir

 

Eg slái menstruatión upp á Sprotanum – einki orð varð funnið, sigur Sprotin. Hetta er tað, eg vanliga eri von at kalla hetta púra vanliga og natúrliga fenomenið, men orðið er ikki til á føroyskum? Eg slái tað so upp á enskum og donskum í staðin. Tá kemur orðið menstruatión fram – enntá á føroyskum við ó – men fyrsta orðið, ið kemur fram, er mánasjúka. Eg hugsi við mær sjálvari, at hetta er eitt løgið orð, tí menstruatión er als eingin sjúka – ja, kanska tú sum kvinna heldur ert sjúk, um tú ikki fært menstruatión.

 

 

Fyrstu ferð
Tað var ólavsøka, og eg var 11 ára gomul. Eg gekk har so smart ílatin í hvítum buksum, einum heklaðum toppi og nýggjum jakka. Hetta var 28. juli. Eitt sindur út á dagin skuldi eg so á ves. Eg fór inn á Konditaríið og åh, sum eg bleiv kløkk, tá eg sá, at blóð var í undirbuksunum. Tíbetur hevði mamma longu ávarað meg um hetta og hevði sagt mær, at hetta fór at koma. Men hóast ávaringina var eg púra skelkað. Hví í allari víðu verð skuldi hetta henda nú? Og hví var eg eisini farin í hvítar buksur? Eg gekk púra stív runt, inntil vit fóru heim, sum sjálvandi innibar, at vit skuldu ganga heilt út á Argir.

 

Tá vit vóru heimkomin, gjørdi eg av at lata sum um, at eg ikki hevði sæð hetta og spældi skelkað og bað mammu koma. Akkurát hví eg ikki segði tað við hana beinanvegin, veit eg ikki, men eg haldi, at eg var so flóv av tí, at eg tordi ikki. Dagin eftir noyddist eg sjálvsagt at ganga við bindi, og tað kendist sum at vera í blæu aftur. Eg kravdi at sleppa í føroyskt skjúrt, tí so kundi eg vera í tjúkkum skjúrti og bæði tjúkkum sokkabuksum og buksum innanundir – eingin skuldi síggja, at eg var í bindi! Men sjitt tað var heitt!

 

 

Dýrt at bløða
Síðani tá havi eg hvønn mánað hugsað um, hví tað kostar so nógv at keypa bind og tampax? Hví skulu kvinnur gjalda hvønn tann einasta mánað fyri nakað, sum tær ikki kunnu gera nakað við? Onkur hevur roknað saman, at kvinnur brúka umleið 12.000 krónur tilsamans at keypa bind og tampax, og eru hetta ikki øgiliga nógvir pengar at brúka upp á samankroyst vatt og plastikk? Tað kenst næstan sum ein revsing at skula rinda fyri at hava menstruatión. Í Onglandi, Kanada og í Fraklandi hava tey tikið skattin á øllum tílíkum vørum burtur, sum hevur gjørt, at tað er munandi bíligari. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at gjørt tað her heima eisini – hint, hint, nú áðrenn fíggjarlógin kemur ígjøgnum.

 

 

Menstruatión tabu?
Í lívfrøðitímunum plagdi lærarin at siga, at tað í høvuðsheitum ikki bar til at fáa børn, um kvinnan ikki fekk menstruatión, og børnini – ja, tey vil samfelagið ógvuliga fegið hava, tí tey eru við at loysa stóra trupulleikan við vaksandi eldrabyrðuni. Eisini plagdu lærarar at siga, at meiningin við lívinum var at reprodusera – altso, at mannaættin og allar aðrar djóraættir livdu fyri at føra ættina ella slagið víðari.

 

Við hesum í huga, so er einki so natúrligt hjá menniskjakvinnum sum at fáa menstruatión, men hví er tað so so flovisligt at tosa um? Tað er altso ikki so super flovisligt at skera seg í fingurin av eini breyðmaskinu og bløða av tí, ha? Og tað er heldur ikki so flovisligt ella eitt tabu at fáa ein bólt í høvdið og bløða næsablóð ella hvat? Kanska bara, um hatta hendir í donskum bókmentum, men bara tí, at tað tá skal súmbolisera menstruatión. Tað eru so nógv onnur viðurskifti, sum skulu endavendast og avtabuiserast, og vit skulu tosa um alt, men menstruatión er ikki til at tosa um. Um tú sum genta hevur fingið ringa menstruatiónspínu, ímeðan tú ert í skúla, so fert tú diskret yvir til læraran og sigur, at tú ert sjúk – men tú ert altso ikki sjúk, tá tú hevur menstruatión, so hví kanst tú ikki bara siga sum er við læraran, at tú hevur menstruatiónspínu?

 

 

Fremmandagjørd menstruatión
Tá ein hyggur at lýsingum í sjónvarpinum, so eru tað glaðar, dansandi kvinnur við trongd at lata seg í lítlar, hvítar niðurdeilar, júst tá tær hava fingið menstruatión. Mann sær eina fína 3D animatión av, hvussu nógv hetta tampaxið ella bindið kann súgva í seg av einum bjørtum bláum, vatnlíkum løgi. Jújú, tað býr kanska ein prinsessa í flestu okkara, men eftir hesum lýsingum at døma, so eru allar kvinnur kongaligar og hava blátt blóð. Hetta ger, at verulig menstruatión verður fremmandagjørd. Eg sigi ikki, at ein skal vísa veruligt menstruatiónsblóð í sjónvarpinum, men vísi á, at hetta er við til at skapa ein hugburð, har menstruatión verður óveruligagjørd og fremmandagjørd, tí blái løgurin hevur altso einki at gera við tað, sum eg fann í undirbuksunum á ólavsøku, tá eg var 11.

 

 

Kanska er hon BARA ill
Ofta, tá kvinnur hava eina meining ella eru kenslubornar um eitt hvørt, verða vit niðurgjørdar til skilaleysar, hysteriskar og hormondrivnar ørvitisknokkar. Um ein kvinna øsir seg um eitt hvørt ella yvirhøvur velur at fara upp í eitt kjak, fáa vit allar oftast viðmerkingar sum: “Áh, er tað reyðavika?” ella “Ísus ikki, tú pms’ar for vilt”. Eg havi so ongantíð hoyrt menn verða niðurgjørdar á sama hátt ella hoyrt nakran sagt um ein mann, sum østi seg ella kjakaðist eldhugaður, at hann var hysteriskur og hevði brúk fyri at fáa lítið. Hví er tað so neyðugt at de-rationalisera kvinnur? Hví er tað neyðugt at vera so niðurgerandi í móti helvtini av heiminum, tí at vit bløða úr neðra eina ferð um mánaðin? Tað er altso ikki vist, at vit hava menstruatión, bara tí okkurt ger okkum illar – tað kann bara vera júst tað – okkurt heilt annað, sum gjørdu okkum illar uttan nakra aðra grund – júst sum, tá menn viðhvørt gerast illir.

 

 

Ein gáva heldur enn ein plága
Men tá tað snýr seg um at føða børn, sum vit jú mugu hava menstruatión til, so eru vit eftirspurdar. Í stórum parti av heiminum, sum vit vanliga sammeta okkum við, eru kvinnur, sum tíma at føða børn, ein mangulvøra – eftirspurningurin eftir okkum er ovurstórur, og útboðið broytist ikki serliga skjótt rætta vegin. Eftir púra vanligari økonomiskari teori skuldi prísurin á okkum tískil eisini verið høgur. Nei, nú royni eg ikki at siga, at eg gangi inn fyri menniskjahandli, ella at kvinnur skulu selja seg til hægstbjóðandi, men at tá eftirspurningurin er høgur, so fara kvinnurnar, har tað er best hjá teimum at vera – tað sigur seg sjálvt.

 

Tað kann vera, at tað er best at vera har, studningurin er hægst, barnsburðarfarloyvið longst o.s.fr., men eg tími ikki at grenja um politisk viðurskifti beint nú. Tað kann eisini vera, at tað er gott hjá eini kvinnu í burðardyggum aldri at búgva har, tað er pláss fyri at vera kvinna í burðardyggum aldri, og her kann hugburður eisini spæla ein stóran leiklut. Eitt samfelag, sum gjarna vil hava kvinnur í burðardyggum aldri, er tískil eftir mínum tykki eitt samfelag, sum hvørki heldur tað vera ólekkurt at geva bróst ella at hava menstruatión. Tað er eitt samfelag, har menstruatión og menstruatiónspína ikki verða tiknar sum ein vánalig umbering fyri ikki at skula hava ítrótt í skúlanum ella sleppa heim úr arbeiði eitt sindur fyrr. Ja, stutt sagt eitt samfelag, har tað natúrliga ikki verður sætt sum ein plága, men ein gáva, ið er við til at tryggja framtíðar ættarlið heldur enn eitt mystiskt og ólekkurt tabu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.