10 ráð til lesandi
Her eru tíggju løtt og góð ráð til tín, ið hevur brúk fyri at spara eitt sindur av peningi, tá studningurin barasta ikki røkkur meir
14.10.2016 - 12:30

At vera lesandi skal ikki undirvurderast. Tað er strævið! Tað er ikki bara strævið, tí tú hevur nógv at lesa, tað er minst líka strævið, tí at tær manglar pengar. Øll vinfólkini ætla í býin hetta vikuskiftið, men tú hevur ikki ráð at fara við. Ella kanska mást tú selja tín høgt elskaða bil, tí tú ikki hevur ráð at hava hann við tí lítlu inntøkuni, tú fær. Eg veit, hetta er tyngjandi!

Meira enn tú heldur eru í hesi støðu. Eg havi sjálv verið har og eri har enn viðhvørt. Tí fari eg at deila nøkur góð ráð, ið hava spart mær nógvar pengar, tá eg var lesandi og ein ‘fattig røv’.

 

Ger tær eina fíggjarætlan

Fá tær eitt yvirlit yvir, hvat kemur inn, og hvørjar útreiðslur tú hevur. Húsaleiða, rokningar, matur, barnapengar og skuld. Hesar útreiðslur skalt tú seta fremst í raðfestingini, so at tú ikki endar á reyvini ella í rættinum í ringasta føri. Hygg síðani eftir, hvat loypur av, og hugsa um hvørji ting eru umráðandi fyri teg. Er tað umráðandi fyri teg at fáa ein heitan døgurða hvønn dag? Ella vilt tú heldur eta tað minni og hava ráð til títt fitnessuppihald?

Hygg eftir tínari inntøku, útreiðslum og finn útav, hvørji ting eru umráandi fyri teg og ger eina fíggjarætlan út frá tí. Gev gætur, at tú sikkurt mást skera niður uppá onkrar stuttleikar.

 

 

Tilboð, tilboð tilboð!

Tilboðsbløð eru ofta tennandi, men tað er gull, um tú ert lesandi. Sig ja takk til reklamur og far eftir hesum góðu tilboðum. Tú sparir meir, enn tú heldur. 

 

 

Leið meg ikki í freistingar

Sum lesandi eru tvey øgiliga umráðandi ting, ið tú verður noyddur at fylgja, um tú ynskir at brúka tín pening skilagott. Tað fyrsta er: skriva tær ein lista, áðrenn tú fer at keypa inn, tað næsta er at ikki keypa inn við tómum búki.

Tað er lætt at blíva freistaður, tá tú gongur í einum innkeypshandli, og serliga um tú hevur tóman búk. Við einum lista verður tú mintur á, at tú bert hevur brúk fyri hesum tingum, og um tú hevur fullan búk, verður tú ikki líka lætt leiddur í freistingar.

 

 

Saman eru vit sterkari

At eta saman við øðrum er ikki bara bíligari, men eisini hugnaligt. Tú hevur sikkurt vinfólk ella floksfelagar, ið eru í somu støðu sum tú fíggjarliga. Hav okkurt kvøld viðhvørt, har tit eta ein góðan heimagjørdan døgurða. Hetta er bæði bíligt og super hugnaligt.

 

 

Sel

Heilt erligt, hvussu nógvum hevur tú veruliga brúk fyri? Vit í vesturheiminum hava lyndi til at halda, at vit hava brúk fyri nógv meira, enn vit í veruleikanum hava. Far ígjøgnum tíni ting og ikki vera gýrigur. Sel alt, ið samlar støv og alt, ið hevur hingið ov leingi í einum myrkum skápi. Hetta er ein góður máti at tjena sær eitt eyka oyra.

 

 

Endurnýtsla

Um tú veruliga hevur brúk fyri onkrum, keyp tað so brúkt. Tú finnur nógv góð ting í góðum standi á Dals, Rótikassanum, Iktus og í Reyðakrossi. Nú, meðan tú ert ein fátøk reyv, mást tú droppa tína stoltheit. Tú finnur meira, enn tú heldur, og ofta er mann heldigur. 

 

 

I’m rich, bitch

“I’m rich bitch!” Hetta er ein hugburður, vit øll kenna til, tá vit hava fingið eitt sindur niðurum. Vit drekka, blíva í góðum lag, sjálvsálitið fer í topp, og øll skulu hava fimm skot í part. Dagin eftir liggur tú eftir við hundasjúku og hevur brúkt allar tínar pengar. Hetta er als ikki stuttligt! Fyri at sleppa sær undan hesum trupulleikanum, skalt tú lata kortið liggja eftir heima. Hev pengarnar, tú skalt brúka og lat kortið liggja eftir heima, áðrenn tú fert í býin, so vaknar tú bara við timburmonnum og ikki fátækur við timburmonnum.

 

 

Smáting

Kennir tú ikki tað, at tú heldur, at tú ikki hevur brúkt nógvar pengar, og so hyggur tú at kontuni og fært eitt ordiliga (negativt) yvirraskilsi. Hvussu hevur tú brúkt so nógvar pengar upp á onki??

Tú hugsar ikki nógv um tað, tá tú keypir ein latte her og eina pizza der, men tað eru hesi smáu tingini, ið súgva pengarnar frá tær.

 

 

Sel fløskur

So einfalt er tað. Sel tínar fløskur.

 

 

Ó kort!

Við einum Ó korti fært tú sum lesandi avsláttur í nógvum ymiskum støðum kring alt landið. Les meira um Ó kort her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.