Heystligu hugtøkini: Kennir tú tey?

#SeyðVátt
Heystligu hugtøkini: Kennir tú tey?
Vit eru í heystferiuni, og sjálvandi eru tað nógv, ið fletta. Men aftur við flettingini hoyra nøkur hugtøk, skilir tú tey?
14.10.2016 - 00:45

Tá mann ikki er nógv uttan fyri bøgarðarnar, so virkar tað sum ein heilt onnur verð uttan fyri teir, tá heystferian er. Tey gomlu og bygdasligu ungu tosa um ymiskt, og ringt er at skilja, hvat tey meina við. Vit hava valt at gera nøkur hugtøk meira greið:

 

Mørk/Gyllin/Skinn:

"Hvussu nógv gyllini eigur tú?"

Hesi hugtøkini verða nýtt, tá tosað verður um at býta seyðin.

Ein mørk er tað sama sum 16 gyllin.

Og ein gyllin er tað sama sum 20 skinn.

Ymiskt er, hvussu nógvur seyður verður tikin uppá mørkina.

 

Fjall:

"Tá fjøllini verða gingin"

Hetta merkir, at tíðin er komin til at leita eftir lombunum og seyði.

 

Veðurlamb:

Eitt veðurlamb er eitt lamb av kallkyni.

 

Gimburlamb:

Eitt gimburlamb er eitt lamb av kvennkyni.

 

Svæva:

At svæva ein seyð, er tá mann stingur hann í hálsin.

 

Tumma:

At tumma er, tá mann loysir skinnið frá seyðinum.

 

Vilini:

Vilini eru har, sum maturin, ið seyðurin etur, fer ígjøgnum.

 

Mørur/fótamørurin:

Mørur verður brúktur til rullipylsu og kemur frá búkinum á seyðinum.

 

Hvítanýru:

Hvítanýru er nakað, ið bert veðurlomb hava. Eisini kent sum "nossini".

 

Huppur:

Huppurin er millum tjógvið og rivini.

 

Rukkulakki:

Tað er ein partur av vilunum og liggur nær 'endastatitónini'.

 

#Seyðvátt

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.