Klumma: Kynssteriotypur

Klumma: Kynssteriotypur
Maskulinitetur, litfagrar gamassjur, neongrønir skógvar við gulum strípum og Den Store Bagedyst. Høgni Miné hugleiðir um kynsstereotypur
16.10.2016 - 20:15

Skrivað hevur Høgni Miné 

 

Í síðstu viku vóru danskir miðlar á gosi, eftir at hugnaliga familjusendingin ’’Den Store Bagedyst’’ var farin av skíggjanum. Gunnar, ein av mannligu luttakarunum, bleiv sendur heim, tí hann sambært dómarunum hevði misskilt uppgávuna, ið snúði seg um at baka eitt ’maskulint’ breyð og eina køku, ið var hóskandi til ein ’rættan’ mannfólkapolterabend – tey skuldu baka eina køku, ið endurspeglaði temaið ’mandehørm’.

 

 

Manglaði maskulinitet
Gunnar valdi at baka eina køku við jarðberjum og einum kremi, sum smakkaði av saftísinum ”champagnebrús”, tí soleiðis kundi hann hugsað sær eina køku til polterabend.

 

Køkan var ljósareyð, fittlig, pyntað við eini dýnu, og fýra føtur stungu undan dýnuni, so mann kundi ímynda sær, at tvey lógu og hugnaðu sær á brúdleypsnáttini. Sambært dómarunum var køkan ov diddulig, manglaði maskulinitet og hóskaði betur til ein barnadóp.

 

Hini høvdu bakað køkur, ið myndaðu boppur ella eina rumpu í g-strongi, sum var mann til striptease, tí hetta var ordiliga mannfólkaligt. Hesar køkurnar hóskaðu betur til rættar menn, so Gunnar varð sendur heim. Danir vóru ikki blíðir, tí Danmarks Radio hevði við sendingini sipað til, at mann bara kann vera rættur maður á ein hátt, og har passaði stakkals Gunnar ikki inn. Hansara háttur at vera maður var ikki maskulinur nokk, hóast hann hevði bakað eina køku, ið líktist tí, hann hevði fingið til sítt egna polterabend, ið gekk fyri seg á strondini við champagnu og tapas. Sendingin bleiv skýrd at vera diskriminerandi, gamaldags og heteronormativ. Men hví vakti sendingin slíka øsing? Hevði Gunnar ikki bara misskilt, hvat uppgávan snúði seg um?

 


Dukkudreingir
Grannakonan eigur ein fýra ára gamlan son, ið elskar at ganga í litføgrum gamassjum og spæla við dukkur. Serliga dámar honum dukkuna Elsu, prinsessuna úr Disney-filminum Frozen. Grannakonan fortaldi herfyri, at sonurin bleiv argaður í barnagarðinum.

 

Hinir dreingirnir kallaðu hann fyri dukkudrong og søgdu, at rættir dreingir ikki gingu í litføgrum gamassjum. Á sama hátt sum Gunnar ikki passaði inn í maskulina temaið hjá DR, passar sonurin hjá grannanum heldur ikki inn í ímyndina av røttum dreingjum í barnagarðinum.

 

Vit hava øll rent okkum í hesar stereotypur á ein ella annan hátt, og eg minnist frá mínum egnu skúlaárum í Eysturskúlanum, at ein drongur segði við meg: ”Høgni, tú ert ein gentudrongur!”. Eg hevði fingið nýggjar skógvar. Teir vóru neon-grønir við gulum strípum. Men hví skuldu hini børnini í Eysturskúlanum avgera, hvørjum skóm eg kundi ganga í, og hví skal DR avgera, um Gunnar er maskulinur? Hví eru ikki fleiri hættir at vera maður ella drongur, eins og tað eiga at vera fleiri hættir at vera kvinna ella genta? Stereotypur, um at tað finst ein rættur ella skeivur háttur at vera maður ella kvinna, eru við til at útihýsa vaksnum og børnum, ið ikki passa inn í normin. Ofta byrjar stigmatiseringin í tí løtu, barnið er komið úr móðurlívi, og læknin staðfestir: ”aah, tað er ein didda”.

 

 

Internaliserað skomm
Hjá einkulta menniskjanum, og serliga hjá barninum, sum enn mennist, elvir útihýsingin ofta til internaliseraða skomm um ikki at vera ’rættur’ ella ’røtt’ nokk til at verða góðtikin av felagsskapinum. Barnið yvirtekur fyristillingarnar hjá øðrum um, at barnið er skeivt, og hendan hugmyndin, skommin, kann fylgja barninum restina av lívinum. Slík skomm kann elva til, at barnið seinni í lívinum áhaldandi roynir at bøta fyri skommina, ið møguliga úrslitar í lágum sjálvsvirði ella í ringasta føri sjálvskaða. Soleiðis kunnu stereotypur vera við til at skaða einkstaklingin, ið ikki passar inn.

 

 

Tað góða og tað ringa
Men er einki gott við stereotypum? Jú. Almennar fatanir av, hvat tað vil siga at vera eitt nú maður, kvinna, pápi, mamma, handverkari, tannlækni, B36’ari, HB’ari, klaksvíkingur, havnarmaður ella føroyingur, hava stóran týdning fyri samleikan hjá hvørjum einstakum okkara. Stutt sagt geva stereotypur einstaklinginum ein møguleika at kenna seg sum part av ein bólki, einum samfelag og enntá eini heili tjóð, tí tá eru vit meira enn bara ein einstaklingur – vit eru partur av einum felagsskapi. Men stereotypur, og kanska serliga kynsstereotypur, eru skaðiligar, tá vit ikki loyva Gunnari frá ”Den Store Bagedyst” at vera maður, sum hann er maður, ella grannasoninum at vera drongur, sum hann er drongur.

 

 

Bert ein háttur at vera ’rættur’ maður?
Eg starvaðist eitt tíðarskeið á einum sálarfrøðiligum granskingarstovni, ið veitti hjálp til børn og ung, ið høvdu illa sjúk foreldur. Ein dagin spurdi ein mamma, ið var í somu støðu sum grannakonan, um hon kundi gera okkurt fyri at broyta atferðina hjá soninum. Sonurin bleiv happaður, tí honum dámdi best at spæla við dukkur og gekk ofta við neglalakki. Sálarfrøðingurin svaraði, at mamman skuldi elska barnið, sum barnið var, og ikki, sum hon ella onnur vildu hava barnið at vera. Á sama hátt eiga vit at góðtaka, at tað finnast nógvir ymiskir hættir at vera maður – tí, tá ið samanum kemur, hvat er so ein rættur maður? Og hvat er ein røtt kvinna? Eg veit í øllum førum, at hóast eg havi djúpa rødd, skeggvøkstur, breiðar herðar og líkist einum ’rættum’ mannfólki, so vil eg heldur hava champagnu, eina pena, ljósareyða jarðberjakøku og tapas á strondini enn at fara til striptease á mínum polterabend.

 

 

Hoyr eisini klummuna, ið varð lisin upp í útvarpssendingini Røddin Live fríggjakvøldið 14. oktobur 2016 her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.