- Bimbar eru ikki so galnir hóast alt
- Tað er eitt sindur av eigarakenslu av, hvør skal eiga hetta vatnið, heldur Flemming Niels Kristian Højgaard
26.10.2016 - 19:45

 

Flemming Niels Kristian Højgaard er ein ungur maður í Sørvági og hevur gjørt sær nakrar tankar um støðuna hjá kommunuvalunum á Vágoynni.

 

Ymiskt er tað, sum hendir nú um dagarnar, men hann fegnast um, at nøkur ung í Vága kommunu hava valt at stilla upp. Hann fær sær ein slurp av sínum kaffimunni og sigur stillisliga, at tað saknar hann í Sørvági. 

 

Kunnu Sørvágs kommuna og Vága kommuna leggjast saman?

Kjakið um kommunusamanlegging hevur ofta verið á breddanum í samband við kommunuval. Á Vágoynni eru tvær kommunur, Sørvágs kommuna og Vága kommuna. Flemming heldur, at summi eru ørg um, at kommunurnar ikki eru lagdar saman. 

 

- Vága kommuna umfatar Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar. Hendan kommunan var sett á stovn í 2009, og tað hevur fornermað summi, at Sørvágs kommuna valdi at ikki vera partur av Vága kommunu, staðfestir Flemming.

 

Svarið hjá honum vakti eina undran, og síðan var spurt, hvussu stríðið hevur ávirkað íbúgvarnar á Vágoynni. Tá leggur hann aftrat, at tað helst eru bimbarnir, ið eru argir um tað, heldur enn sørvingarnir. Men júst hvørji sannlíkindini, mett av einum sørvingi, eru, at kommunurnar á Vágoynni leggja saman í framtíðini, kanst tú hoyra nærri um fríggjakvøldið klokkan 20, tá RøddinLive aftur verður á skránni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.