Tí fært tú ilt í bróstini, tá tú hevur mánasjúku

Tí fært tú ilt í bróstini, tá tú hevur mánasjúku
Og tú fært faktiskt gjørt nakað við tað
01.11.2016 - 12:45

Boppur! Oftast eru tær stuttligar at hava. Ókeypis alkohol í býnum, penir brósthaldarar, okkurt at halda í, tá tú keðir teg, ja, tær eru nokk so nice. Men tær kunnu gott nokk eisini vera ein plága. Til dømis tá tú hevur mánasjúku (ella "mánan"). Nærum allar gentur hava roynt, at tær ikki fáa runnið, hoppað, sovið á búkinum og onkuntíð ikki gingið orsakað av eymheitini.

 

Men hví fáa vit so ilt?

 

 

Hormonsvingningar

Jú, høvuðsorsøkin er, at okkara hormonir leypa upp og niður ígjøgnum ein menstruatiónssyklus. 

Í tær tvær vikurnar, áðrenn tú fært mánasjúkuna, byrjar progesteron og østrogen at byggja seg upp. Tað stimbrar bindivevnaðin, ið ger, at tú verður so eym. Tað er eisini orsøkin til, at bróstini síggja størri út, tá mann hevur mánasjúku. Eitt lítið plástur á sárið.

 

Sum mánasjúkan líður, minkar progesteronið, og eymheitin fer spakuliga burtur.

 

 

P-pillur

Fleiri gentur uppliva ongantíð at hava havt nakra pínu, fyrr enn tær byrjaðu at taka p-pillur. 

Tá tú byrjar uppá p-pillur, tekur tað eina tíð, áðrenn kroppurin er vanur við broytingarnar, ið eru farnar fram. Blandingin av hormonunum í pilluni og teimum natúrligu hormonunum kann gerast øgiliga sterk hjá fleiri. Tó plagar hetta at batna eftir teir fyrstu mánaðirnar.

 

 

Hetta kanst tú gera

- Reglulig venjing kann lætta nógv um pínuna. Um tú roynir at eta minni salt og inntaka minni av koffein tær tvær vikurnar, áðrenn tú fært mánasjúkuna, átti tú at følt stóran mun.

 

- Um tú longu hevur ilt, kanst tú royna at taka nakrar ibuprofen, ið virka ímóti bruna.

 

- At leggja okkurt kalt á bróstini í umleið ein minutt, fleiri ferðir um dagin, kann eisini hjálpa um bróstini kennast hovin.

 

- Tað ljóðar fjákutt, men títt val av brósthaldarum kann eisini hava nógv at siga. Um tú vanliga brúkar leystsitandi brósthaldarar, ið ikki stuðla so nógv, ella um tú ongan brúkar, kanst tú royna ein vælsitandi brósthaldara fyri at vita, um tað fær hjálpt. Hjá nøkrum rigga sport-brósthaldarar best.

 

 

 

Kelda: Cosmopolitan.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.