Meðan vit sakna SKAM

Nógv for spennandi at vita, hvat hendur millum Isak og Even. Mynd: nrk.no
Meðan vit sakna SKAM
NRK hevur boðað frá, at eingin SKAM sending verður fyrrenn 14. novembur. Redaktiónin á Røddini hevur savnað SKAM relaterað tilfar at stytta um ótolandi bíðitíðina.
11.11.2016 - 16:00

Tað er fríggjadagur. Tað er SKAM-dagur. Men hvørki seinasta fríggjakvøld ella í kvøld er SKAM á skíggjanum hjá NRK. Drittkeðiligt, altso. Røddin er stórur fjeppari av okkara public-service vinum í Noregi, sum hava megnað at savna ungdóm úr øllum Norðanlondum við fantastisku sjóvarpsrøðini, SKAM.


Og eftirsum NRK hevur boðað frá, at SKAM fer í pausu inntil 14. novembur, hevur Røddin savnað gott tilfar til allar desperatar fjepparar. Vit hava millum annað funnið eitt feskt portrett av deiligu Emmu, sum Danmarks Radio hevur gjørt í dag. Eisini hava vit funnið Instagram-vangarnar hjá fleiri SKAM leikarum. Her er okkara darling Noora. Her er elskiligi, men forvirraði, Isak. Her er Eva. Og her er lekri drittsekkurin, William.


Komandi fríggjakvøld er SKAM aftur á skíggjanum, og tá er RøddinLive eisini klár við 55 minuttum um sjónvarpsrøðina. 

 

 

(psst..Veitst tú slett ikki, hvat vit tosa um, tá vit siga, at SKAM er drittfeitt, og at Noora er drittkul, so kanst tú lesa her, hví Røddin heldur, at tú m á s t fylgja við í norsku ungdómsrøðini SKAM.)

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.