Óhoyrdir ungdómsbólkar koma upp úr undirgrundini

Óhoyrdir ungdómsbólkar koma upp úr undirgrundini
Í kvøld, fríggjakvøld tann 18. november, verður ein konsert í Húsinum í Klaksvík. Har skulu tríggir nýggir bólkar spæla. Tiltakið er gjørt fyri at fáa nýggjarr, óhoyrdar, ungdómsbólkar upp úr undirgrundini. Vit hava tosað við teir tríggjar bólkarnar, sum skulu spæla. Teir eru Dubium, Fjas og Naustland
18.11.2016 - 19:15

Skrivað hevur: Sólveig á Torvlaðnum

 

Fyrsta konsertin

 

Í bólkinum Fjas eru fýra limir, ið eru úr Sundalagnum og Havnini. Tey eru øll millum 18 og 20 ár, og tey spæla singer-song writer og country tónleik. 

 

Mynd av bólkinum, Fjas.

 

Bólkurin Dubium er mannaður av trimum fýrum, ið eru 18 og 19 ára gamlir. Teir eru úr Glyvrum, Klaksvík og Havn og spæla folk rock tónleik. 

 

Mynd av bólkinum, Dubium.

 

 

Triðji bólkurin, sum verður til konsertina, eitur Naustland. Har spæla fýra ungir menn, ið eru úr Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði. Teir spæla alternativan rock tónleik. 

 

Mynd av tveimum tónleikarum úr Naustland.

 

Allir bólkarnir eru óroyndir í at spæla konsert saman sum bólkur. Men hvør sær eru tey ikki heilt óroynd innan fyri at framføra. Eingin av bólkunum hava vant saman í meira enn 2-3 mánaðar.

 

- Tiltakið er gott til at venja seg at standa saman sum ein bólkur framman fyri áskoðarum, Sigur Sjúrður Tróndheim, ið eru úr bólkinum Dubium.

 

 

Setur gongd í tónleikaumhvørvið norðanfyri

 

 

- Ein sovorðin konsert sparkar ein bólk í gongd og fær hann til at gera ein aktivan insats. Tað gevur okkum okkurt at venja okkum fram til, sigur Eyðun Ranason úr bólkinum Naustland.

 

- Tað er stuttligt at koma út millum fólk, og so kanst tú eisini hoyra aðrar ungdómsbólkar spæla, sigur Jannik Jensen úr bólkinum Fjas.

 

Framtíðarætlanirnar eru ymiskar

 

Eingin av bólkunum hava fastlagt sær nakrar framtíðarætlanir, men hugsanirnar hjá teimum eru ymiskar.

 

- Vit skulu spæla eina jólakonsert næst, men so eftir tað, vita vit ikki. Vit gjørdu bólkin, tí eg varð spurdur um at spæla til hesa konsertina, sigur Jannik úr Fjas.

 

- Vit ætla bara at koyra á frá nú av, skriva nógvar sangir og venja nógv, og so satsa vit uppá at geva eina fløgu út næsta summar, sigur Eyðun úr Naustaland.

 

- Vit hava ikki tosað um tað enn, men vit hava ikki valt eitt føroyskt heiti, so møguleikin fyri at koma út um Føroyar er har, sigur Sjúrður úr Dubium.

 

 

Les meira um tiltakið og hoyr brot av tónleikinum hjá bólkunum her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.