Fløguhúsin. Bardur DC hevur gjørt húsan.
Fyrsta fløgan hjá Benjamin Rajani: To Be Torn
So kom dagurin! Fyrsta fløgan hjá Benjamin Rajani verður útgivin í dag, fríggjadag 25. november. Eftir at hava fingið smáar bitar av henni við myndum og lagnum “This I Know”, kemur hon endiliga út. Les her eina samrøðu við Benjamini Rajani um fløguna
25.11.2016 - 15:00

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum
 

Fyrsta fløgan
Tankin um at útgeva eina fløgu hevur ikki ligið 21 ára gamla Benjamini leingi í huga. Eftir at hava givið lagið “Naked Man” út, fekk hann tankan um at útgeva eina fløgu. Hetta lagið varð lagt út á Youtube í mai 2016, so fløgan hevur verið ávegis í eitt hálvt ár.

 

- Eg føldi veruliga, at eg hevði nakað uppá hjartað, sum eg vildi deila við onnur. Eg vóni, at fløgan kann verða ein positiv ávirkan á tey, ið hoyra hana, sigur Benjamin.

 

- Umframt at tað hevur verið mennandi og gevandi at arbeiða saman við fantastiskum tónleikarum sum Benjamin Petersen, Mikael Blak og Per I. Højgaard Petersen, so gevur fløgan mær eisini møguleikan at deila mína list og mínar tankar við fólk.

 

Skrivar um persónligar upplivingar
Benjamin fær íblástur frá ymiskum tónleikarum so sum Teitur, Keaton Henson og Neil Halstead, men eisini frá sínum egnu upplivingum og tankum um tilveruna. Líðing, Guð og kærleiki er tað, ið Benjamin skrivar løg um.


- Eg verði serliga inspireraður av líðing og sorg, men eg royni altíð at fokusera á vónina og tað vakra í tí. Eg vil gjarna geva áhoyrarunum eina kenslu av, at har er ljós í myrkrinum.

 

 

Framtíðar ætlanirnar hjá Benjamini eru ivasamar. Hann veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men eitt er vist, og tað er, at hann fær stuðul frá teimum rundanum honum.  

 

- Mín størsti stuðul er uttan iva daman. Hon er altíð meira spent og jalig, enn eg eri um tónleikin, sigur Benjamin.
 

Tað er eisini fyrstu ferð, at Benjamin hevur spælt saman við einum bólki, so tað heldur hann eisini hevur verið eitt kul upplivilsi at royna í studionum. Hann sigur, at processin av at gera eina fløgu hevur verið strævin, men eisini góð.
 

- Hetta hevur verið eitt mennandi og gevandi upplivilsi. Tað kennist fantastiska deiligt at kunna halda úrslitinum av øllum arbeiðinum og allari orkuni í hondini, sigur Benjamin.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.