List í RøddinLive

List í RøddinLive
Í kvøld fer RøddinLive at snúgva seg um, hvussu vit definera list. Vit fara at hoyra ymisk listafólk viðgera hetta evnið
02.12.2016 - 18:45

Sólveig á Torvlaðnum hevur skrivað

 

Nógv er, hvat ein kann siga um list. RøddinLive nýtir høvið at taka ymisk listafólk við í sendingina fyri at lýsa evnið.

Millum annað fer eitt panel at svara ymiskum spurningum sum t.d “hvussu definerar tú list?”, og “nær kann man kalla seg sjálva/n eitt listafólk?” Í hesum panelinum verða millum annað Jasmin Mote, sangari, og Einar Torstún, sum skrivar yrkingar og ger tónleik.

 

Marianna Mørkøre fer eisini at viðgera spurningin “hvussu definerar tú list?”. Marianna er filmslistafólk og heldur, at um tú kallar nakað list, so hevur tú longu kategoriserað tað.

 

Eisini fara vit at hoyra eina samrøðu við Lailu Carlsen, makeup-artist. Hon heldur, at um tú gert okkurt orginalt, so kanst tú kalla ein makeup-artist fyri eitt listafólk. 

 

Gvøðny Miriam Gunnarson tekur nakinmyndir av kvinnum. Hon sigur, at hon fær nógvar negativar viðmerkingar fyri at taka slíkar myndir, men at tað ikki steðgar henni, tí at hetta er eitt frælst land, og kvinnur skulu sleppa at vísa sín sexualitet.

 

Hoyrið RøddinLive klokkan 20!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.