Tær 8 'shot-gun' reglurnar
Vit hava funnið 8 tær endaligu 'shot-gun' reglurnar soleiðis, at tit sleppa undan at klandrast um tað
02.12.2016 - 10:45

Endiliga hava vit funnið tær endaligu "shot-gun" reglurnar! Svenska bilblaðið Mest Motor hava útgivið hesar reglurnar:

 

1) Man skal vera uttanfyri

At rópa "shot-gun" frá vindeyganum telur altso ikki!

 

2) Man skal kunna síggja bilin

Eru tit akkurát komin út um, men eru ikki í tætt við bilin, telur "shot-gun" regulin ikki. Viðkomandi, ið rópar "shot-gun", skal hava sæð bilin áðrenn, og onkur skal hava hoyrt teg rópt tað.

 

3) Reload er bullshit

Um tú ikki vart tann fyrsti at rópa "shot-gun", hevur tú tapt. Einki meira roks.

 

4) Tann, ið kennur føraran eigur framsetrið

Um tú koyrir við makanum, eigur tú automatiskt longu framsetrið.

 

5) Um ein er farin úr framsetrinum, byrjar man av nýggjum

Tað vil siga, at um tú rópti "shot-gun", men tit seinni fara úr bilinum, telja reglurnar av nýggjum. Man eigur ikki "shot-gun" allan túrin.

 

6) Eigarin av bilinum eigur altíð framsetrið

Um eigarin av bilinum ikki sjálv/ur koyrir, eigur viðkomandi framsetrið. Tað er einki at kjakast um.

 

7) Foreldur hava automatiskt "shot-gun"

Um foreldrini hjá føraranum skulu í bilin, eiga tey automatiskt framsetrið. Hetta er eisini galdandi fyri eldri fólk.

 

8) Førarin bestemmar

Um viðkomandi, ið situr í framsetrinum spælir ov vánaligan tónleik ella gremur seg, hevur førarin altíð loyvi at tveita viðkomandi afturum. Eisini er tað førarin, ið er dómari um klandur um "shot-gun" reglurnar koma fyri.

 

 

Eru tit einig í reglunum?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.