Soleiðis yvirlivir tú høvuðsuppgávuna

Soleiðis yvirlivir tú høvuðsuppgávuna
Nú eru tey fyrstu farin undir at skriva høvuðsuppgávu, og vit hava nøkur ráð til, hvussu tú yvirlivir tilgongdina
06.12.2016 - 18:30

Sólveig á Torvlaðnum hevur skrivað

 

Nú eru tey fyrstu byrjað at skriva høvuðsuppgávuna, og motivationin til at lata vera við at droppa úr er við at vera uppi hjá flest øllum. Les her, hvussu tú kemur nøkulunda gott burtur úr breytarverkætlanini:

 

Legg tær eina ætlan

Fyrst og fremst er nokk best at leggja sær eina ætlan yvir næstu dagarnar í helviti, hóast hon nokk ikki verður fylgd.

 

Spyr onkran, sum skrivaði eina síðsta ár

So leingi sum tú ikki kopierar teirra uppgávu, so er tað altíð gott at síggja, hvussu tað skal gerast.

 

Fá tær eina pausu

Tað einasta, sum bara er eitt lítið sindur gott við BV3, eru pausurnar, so livið tær fult út!

 

Tosa við onnur um evnið

Lat vera við at steingja teg sjálva/n inni í tínum kamari í tvær vikur. Tað er gott at fáa vent tínum tonkum við onkrum øðrum.

 

Ikki tak ein all-nightara

Alt, sum verður skrivað aftan á kl. 00, er sannlíkt at vera skræpa.

 

Klassiskur tónleikur er góður at skriva til

Hetta havi eg hoyrt frá einari álítandi keldu…

 

Ikki stressa alt for nógv um tað

Tak tað róligt, tað gongur nokk…

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.