SKAM heldur fram

SKAM heldur fram
Fjórða sesong av SKAM er á veg
09.12.2016 - 11:15

NRK hevur fyri stuttum bjargað jólunum hjá øllum SKAM fjepparum. Nú er tað nevniliga greitt, at fjórða sesong av SKAM er á veg. Men! Enn er óvist, hvør verður høvuðspersónur. Í fyrstu sesong átti Eva høvuðsleiklutin, síðani var tað Noora, sum stjól gentu- og dreingjahjørtu um øll Norðanlond. Og í triðju sesong, sum endar um júst eina viku, er tað Isak, sum hevur høvuðsleiklutin. Um tað verður Vilde, Even, Sana, Chris ella onkur heilt annar, sum stendur fyri skotum nú, kunnu vit bert gita um.

SHAME

Í morgun bórust eisini tíðindini um, at heimkendi sjónvarpsframleiðarin Simon Fuller hevur keypt rættindini til SKAM. Vit kunnu sostatt gleða okkum til at uppliva SKAM á enskum.

Næstseinasti partur av SKAM 3 verður sendur í kvøld á http://skam.p3.no/episoder/.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.