Soleiðis eita flogførini hjá Atlantic Airways
Endiliga hava flogførini hjá Atlantic Airways fingið nøvn! Les her, hvat tey eita, og hví tey eita so
20.12.2016 - 17:30

Atlantic Airways kunngjørdi stutt síðani, at flogførini hjá teimum skuldu fáa nøvn, og tískil varð ein kapping gjørd fyri at finna tey bestu nøvnini til flogførini. Tey trý flogførini og tær tvær tyrlurnar fingu navn í dag, tann 20. desember 2016.

 

Trý fólk í nevndini

Tað vóru tey trý, Jonhard Mikkelsen, Marna Jacobsen og Brigir Kruse, ið skuldu avgera, hvørji nøvn skuldu gevast til flotan hjá Atlantic. Tað komu 600 uppskot inn, so trupult var at velja hvørji nøvn skuldu brúkast. Tvey onnur, ið hjálptu at velja nøvnini, vóru Jóhanna á Bergi og Niels Mortensen. Saman komu tey fimm til eina niðurstøðu.

 

Vælkend nøvn

Øll uppskotini kundu deilast upp í 4 bólkar: Fulgaheiti, blómuheiti, nøvn úr gomlu norrønu mentanini, og nøvn á navnframum fólkum.

 

- Tað er rættiliga natúrligt at geva einum flogfari fuglanavn, tá ið hugsað verður um líkskapin millum tann natúrliga og tann mannskapta fuglin. Og nógv hildu tað vera tann eyðsýndasta møguleikan, segði Jonhard Mikkelsen í røðuni, sum hann helt í hangarinum fyrr í dag, tá nøvnini skuldu kunngerast.

 

- Blómuheitini vóru nógv – her var stórt úrval av vøkrum føroyskum plantunøvnum. Summi teirra við ávísum súmbolskum týdningi. So komu øll tey norrønu nøvnini fyri, gudar og gyðjur og jatnar og teirra heimar. Men hini Norðurlondini hava brúkt øll hesi nøvn so leingi í so mongum samanheingi, at vit hildu, at tey kunnu bara eiga tey.

 

Jonhard sigur at enda:

 

- Síðan koma vit til ein bólk, sum er stórur – tað eru navnfram fólk, úrmælingar, sum stinga seg burtur úr rúgvuni.

 

Orsøkin til, hví júst hesin bólkurin varð valdur, er tí at vit í Føroyum eiga nógv fólk, ið hava gjørt mun í føroyska samfelagnum, og øll nøvnini eru tengd at ávísum økjum, ávísum pørtum av landinum og ávísum tíðarskeiðum.

 

Nøvnini verða kunngjørd

Tá løtan so endiliga kom til, at nøvnini skuldu avdúkast, vóru øll sum á nálum.

 

- Og so er løtan komin at avdúka nøvnini:

Flogfarið, sum vit allir føroyingar hava fingið í dag, nevnist: William

Annað flogfarið eitur: Elinborg

Triðja flogfarið eitur: Ingálvur

 

Tær báðar tyrlurnar hava fingið nøvnini:

Sámal og Ruth

Síðani endaði Jonhard Mikkelsen við at fortelja, hvørjir teir hepnu vinnararnir vóru

- og hepnu vinnararnir eru:

Alvin Joensen, Heri Nolsøe, Kinna Poulsen og Páll Oddur Rubeksen.

 

Einki av teimum uppskotunum frá vinnarunum høvdu øll 5 nøvnini í sær, so valt var at velja fleiri vinnarar. Tey fingu hvør í sær tveir ferðaseðlar á rutunetinum, og 3.000 krónur hvør.

 


Mynd av flogførunum, tyrlunum og nøvnum teirra

 

 
 

 

 

Handlar um tey viktigu virðini í lívinum Prógvini eru handað, og samstundis er hægsta miðaltalið fyri 2017 funnið. Í ár bleiv tað so Heidi Wolles Ljósheim úr Føroya Studentaskúla
#EinkiFiltur: Hevur voxbotn rakt botnin? Voxbotn er ov dýrt og skráin er vánalig, halda tey 6 ungu, sum viðgera "ársins konsertdag"
"Nokk bara eitt one hit wonder" Flestu, sum brúka sín gerandisdag í fólkaskúlanum, hava helst varnast eitt serligt ljóð koma úr hondunum á næmingunum fyri tíðina. Hoyr ljóðbrot her
Beyoncé fingið tvíburar! Víðagitna og navnframa parið, Jay Z og Beyoncé, hava júst átt tvíburar
RF17: Vistfrøðiligur Festivalur Roskilde Festival stuðlar vistfrøðiligum mati, og er ímóti matoyðsli