Hevur tú fingið bløðrubruna í jólagávu?

Hevur tú fingið bløðrubruna í jólagávu?
Les her, hvussu tú kanst fyribyrgja bløðrubruna, um tú ikki vilt halda jól á vesikummuni
23.12.2016 - 19:45

Vit hava øll verið har, ella fara einaferð at koma har til, at tú fært bløðrubruna. Tað fer at vera ótespiligt, og man fer ongantíð at pissa uppá sama máta, sum áðrenn. Tað stingur og svíður, tá tú pissar, og tú hevur bara hug at seta teg at gráta, tí einki gevur nakra meining, tá tú hevur bløðrubruna. Vit hava nøkur góð ráð til tín, ið stríðist við bløðrubruna.

 

1. Drekk NÓGV

Altso, tá eg sigi nógv, so meini eg NÓGV, set vekjara á telefonina, ið minnir teg á at drekka eitt heilt glas av vatni minst 5 ferðir um dagin.

 

2. Lat teg væl í!

Tað er líkamikið, hvussu gott tú ætlar tær at síggja út, tín bløðra velur klæðini hjá tær, og soleiðis er tað bara. Ikki far í strammar buksur, tað er bara strævið at toga niður, tá tú skal skunda tær á ves.

 

3. Ullintar undirbuksur

Nei tvætl, gott nokk ikki ullintar undirbuksur, men ver í heitum undirbuksum, og ikki g-strongi. Summi vilja vera við, at bummull undirbuksur eru tær bestu fyri bløðrubruna.

 

4. Tranuber er tín besti vinur

Tað einasta, ið ikki skuffar teg, eru góðu gomlu tranuberini. Tað kann drekkast sum saft, etast sum ber ella keypast sum tablettir á apotekinum.

 

5. Ikki sit á vesinum allatíð

Seriøst. Ikki sit á vesinum allatíð, tað ger tað bara verri!

 

6. “Stay hot”

Hitaposa um lendarnar og ullintar hálvhosur á føturnar, meðan tú situr undir einum teppi og drekkur heitt te.

 

7. Sig frá

Tað er als ikki flóvusligt at siga við stjóran, at tú hevur fingið bløðrubruna, og tískil ikki fær komið til arbeiðis. Tað er meira flóvusligt at næstan pissa í buks, meðan tú ert til arbeiðis.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.