- Ung fólk, sum hava viljan til tað listaliga, sleppa framat

- Ung fólk, sum hava viljan til tað listaliga, sleppa framat
- Man skal ganga sína egnu leið, samstundis sum man tosar við onnur um verkinini og tey listaligu viðurskiftini, ið hoyra her til. Um tú ikki letur upp, so hendir einki, sigur Jóhan Martin Christiansen, sum er ein av teimum sjey, sum skal prýða Glasir
24.12.2016 - 16:30

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum


Sjey listafólk vórðu vald til at prýða Glasir í síðstu viku. Ein av hesum sjey er 29 ára gamli Jóhan Martin Christiansen. Hann er tann yngsti, ið hevur fingið hesa uppgávuna. Vit hava tosað við hann um hetta, og um hvussu tað er at vera ungt listafólk. 


 

Uppskotið til Glasir
Jóhan Martin hevur búð og arbeitt í Keypmannahavn seinastu árini. Har hevur hann sýnt nógv fram, men m.a eisini í Føroyum, Svøríki, Íslandi og Japan. Hann er útbúgvin sum myndlistafólk frá kunstakademiinum í Malmø. Hann arbeiðir mest við skulptur og vieo. Við hesum ger hann tilfarsligar kanningar, har hann er serliga áhugaður í tí feminina og maskulina, rúm, poesi/mál og náttúruna, og hvussu hetta kann hanga saman. Hetta roynir hann at foreina uppá ein raffineraðan hátt í einum verki.

Uppskotið hjá honum til Glasir tekur útgangsstøði í sjálvum byggjarínum. Uppskotið gongur út uppá at brúka relieffir og burturkast frá byggjarínum.

- Her royni eg at fortelja eina opna søgu um okkurt, sum hevur við bygningin at gera, men sum vit bert síggja sporini av, sigur Jóhan Martin og leggur afturat, at Kim Simonsen fer at geva verkunum heiti eftir yrkingum.

 


© Listasavn Føroya. Jóhan Martin hevur eina listaframsýning, SPOR, í Listasavni Føroya.


 

Unga ættarliðið av listafólkum
Jóhan Martin hevur sýnt fram síðan hann var 14 ára gamal. Hann sigur seg ikki altíð hava fingið tað, ið hann vildi hava. Men tað er tó munur á at fáa alt fyri einki, og so at arbeiða seg fram til okkurt serstakt. Tað unga ættarliðið av listafólkum verður ikki sæð sum tað eldra ættarliðið, og tað skulu tey heldur ikki. Sjálvandi skal virðing vera fyri øllum ættarliðum, men tað hevði verið ólukksáliga keðiligt, um vit ungu vera sædd sum tey eldru, heldur Jóhan Martin. 


- Tey eldru fáa sjálvandi meira uppmerksemi enn tey ungu, og hetta er av góðum grundum. Tey hava heilt einfalt verið leingi á listaliga pallinum og eru tískil meira sjónlig. Tey hava vígd sítt lív til eina listafólkatilveru, sum oftast er ein óstøðug leið, serliga fíggjarliga, sigur Jóhan Martin. 


 

At hava tol og at fáa ymisk sjónarhorn er týdningarmikið
At sleppa framat at sýna í Listasavni Føroya er ringt. Tað krevur nógvar framsýningar, har tú eisini mást gera feilir og læra av teimum. Feilirnir gera, at ein til síðst kann koma fram til eitt útrykk, sum er áhugavert hjá fleiri fólkum. Hetta er ein gongd, ið flest listafólk skulu ígjøgnum, vil Jóhan Martin vera við til. 


- Eg havi ikki upplivað, at tað er ringt at koma framat sum ungt listafólk. Ung fólk, sum hava viljan til tað listaliga, sleppa framat. Á hvørjum ári er tað møguligt at senda síni verk til metingar, tá ið skipað verður fyri várframsýning. Tað tekur ofta fleiri royndir, áðrenn tú sleppur við, men tað bilar einki. Tað skapar ein vilja hjá teimum, ið virkuliga vilja sleppa framat. Tað krevur tol, og ofta mást tú eisini skifta fokus á leiðini. Hetta er sera torført, men ofta neyðugt. 

 

Besta ráðið, ið Jóhan Martin kann geva ungum listafólkum, er, at man skal ganga sína egnu leið, samstundis sum man tosar við onnur um verkini og tey viðurskifti, ið eru rundan um tað listarliga.

 

- Tað er umráðandi at lata upp, tí um man bert gongur við øllum sjálvur, verður listin ikki bjóðað av, og so hendir einki. 

 


© Torben Eskerod. 

 

Aldur er ikki avgerandi, tá tað kemur til list
Fyri Jóhan Martin er tað umráðandi at øll síggja list, ung sum gomul. Hann heldur, at tað at síggja list er ein spurningur um etik og demokrati. Har áskoðarin, bert eina løtu, má skúgva seg til síðis og seta seg inn í okkurt, sum ikki hevur nakað við seg sjálvan at gera. Hann sigur, at hetta víðkar okkara sjónarhorn. Eins og altíð, er tað umráðandi at vera opin fyri øðrum enn bert sær sjávum. At fáa nøsina úr síni egnu reyv, so at siga, hetta heldur hann at list í breiðari meining kann vera við til. 

 

- Eg havi slett ikki hugsað um, at eg eri yngstur av teimum, sum skulu prýða Glasir. Sum heild hugsi eg ikki nógv um aldur á listfólkum. Tað er eins áhugavert at tosa við ein, ið er 20 ár sum við ein, sum er 75 ár. Tað er oftast ikki aldurin, ið avger, hvør er áhugaverdur, men hvørjar tankar listafólk gera sær um tað heila. Tað er stuttligt at vera yngstur, og vónandi kann hetta geva ungum listfólki íblástur, sigur Jóhan Martin. 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.