Mynd: © Sólveig Á Torvlaðnum
Øl og vín út í handlarnar?
Í gjár høvdu ung fyri miðflokkin eitt tiltak í Perluni. Tiltakið gekk út uppá at varpa ljós á kjakið um at broyta rúsdrekkalógina, t.v.s at fáa rúsdrekka út í handlarnar. Pál Weihe helt fyrilestur um fyrimunir og vansar av hesari broytingini, og síðani kjakaðust Bill Justinussen, Kaj Leo Johannesen, Ruth Vang og Jørgen Niclasen um møguligu broytingina av rúsdrekkalógini
10. januar 2017

 

 

 

 

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum

 

Aksel Berg, formaður í Ung fyri Miðflokkin.

 

Ung fyri Miðflokkin hava áður havt tiltøk sum hesi, men hesuferð var undirtøkan nógv betri enn væntað. Tey royna at hava faklig og lærurík tiltøk um evnir, sum fólk eru áhugað í og samstundis eru týdningarmikil. Aksel Berg sigur, at tað er ringt at fáa politikararnar at koma, og tí vóru allir flokkarnir ikki umboðaðir til kjakið. Hann sigur eisini, at allir flokkarnir ikki hava eina samlaða meining um hetta, og tí takkaðu nøkur nei. Tey valdu at hava eitt kjak ímillum ungmannafeløg, av tí at tey halda, at teir vaksnu politikkararnir hava meira innlit í evninum, og at tað eisini er áhugavert at hoyra móðurflokkalimir kjakast um slík evni. Móðurflokkarnir og ungmannafeløgini eru heldur ikki altíð samd um hesi evnini. 

 

 


William Bærentsen, 2. s í Hoydølum.

 

- Eg haldi, at rúsdrekka skal út í handlarnar, bæði veikt og sterkt. Eg havi nóg nógv álit á fólkinum til at stýra sínari egnu nýstlu av rúsdrekka. Eisini haldi eg, at prísurin vildi verið betur stýrdur av eftirspurningi og úboði, heldur enn fíggjarlógini og øðrum krøvum hjá Rúsuni. 

 

 


Jóhanna Lützen, 3. s í Hoydølum.

 

- Eg haldi ikki, at rúsdrekka skal út í handlarnar. Um allir handlarnir høvdu selt rúsdrekka, so hevði úrvalið ikki verið nakað serligt. Men eftirsum, at man hevur eitt sort stað, har tey selja nógv ymisk sløg, so fáa tey meira burturúr. Tað er so lætt at fáa fatur á rúsdrekka, hvat er munurin á, at fara í Rúsuna ella í Bónus?

 

 

Hoyrið fleiri meiningar um evnið í RøddinLive fríggjakvøldið klokkan 20!

 

 

 

 

Ovurstimbrandi tøknin: vit taka tøkni sum rúsevni Adam Alter: Nýggja tøknin er sniðgivin at gera okkum bundin – hon oyðileggur lív okkara eins og onnur rúsevni
Veitst tú, hvat tollur er? Ert tú eisini ein av teimum, ið keypir á netinum og heldur, at tú ordiliga gert eitt kubbið, men so tá tú fært vøruna til Føroyar, so kostar hon akkurát tað sama sum ein bóndagarður? Her eru fyrimunirnir og vansarnir við tolli
Hassj í Rúsuna? Tráin Petursson Nónklett vil vera við, at ein skipað søla av hassji er tryggari enn at lata privatfólk taka sær av tí. Aksel Berg er ósamdur og heldur, at tað hevði økt um nýtsluna
Keypa á netinum fyri meiri enn 300 kr? Vit eru tey flestu, ið keypa á netinum. Allarflest eru tey, ið keypa undir 300 kr, tí tað er tryggast. Mann bíleggur, bíðar tvær vikur, og so er pakkin komin. Kynstrið er at finna lekkrastu klæðini undir 300 kr, tí mann torir ikki ordiliga at keypa nakað, ið kostar omanfyri
Vikan í tónleiki Shakespeare, sangleikur ella tungmálmur - hesa vikuna koma tað at vera nógv ymisk og øðrvísi tónleika tiltøk, og her verður heilt sikkurt eisini okkurt til tín!