Næmingar í Hoydølum: - Hetta er fúl skomm!

hoydalar.fo
Næmingar í Hoydølum: - Hetta er fúl skomm!
Næmingarnir úr 2. s í Hoydølum eru alt annað enn nøgdir við tilgongdina til námsferðina - Herleif Hammer, rektari, vísir klagunum aftur
11.01.2017 - 14:00

Næmingaráðið í Hoydølum legði í gjár skriv út um, hvussu ónøgdir næmingarnir í 2. s eru um, at teir verða sendir til Íslands uttan teirra samtykki. Skrivið byrjar soleiðis: "Vit úr Næmingaráðnum eru øll samd um, at tilgongdin til námsferðina hjá 2. s er fúl skomm frá skúlans síðu." Næmingarnir meta, at mismunur verður gjørdur millum árgangirnar, av tí at tey ikki hava fingið møguleikan at ávirka, hvar leiðin skal ganga á helst minnisríkastu uttanlandsferð nakrantíð.  


Ársins 2. árs næmingar kunnu nú gera, sum teir vilja, men avgerðin er langt síðani tikin; 1. mai gongur leiðin til Íslands. 


Rektarin í Studentaskúlanum, Herleif Hammer, metir ikki, at hetta er at gera mismun millum árgangirnar. 


- Tað eru summi viðurskifti, sum broytast viðhvørt, og tað bar ikki so væl til at fáa nakað samstarv við nakað flogfelag hesuferð, tað var simpulthen for trupult og for dýrt. Tá tað ikki bar til at fáa tey avstað við flogfari, so er bara Norrøna eftir, sigur Herleif.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at næmingar eru ónøgdir við tilgongdina til sína námsferð. Síðsta ár var sama skilið, tá næmingarnir í 2. s, sum nú ganga í 3. s, skuldu á námsferð. Tey fingu brádliga at vita, at allur árgangurin skuldi til Íslands. Henda avgerðin var, eins og í ár, ikki noktandi, so næmingarnir gjørdu stóran uppreistur, har teir m.a. savnaðu undirskriftir og trappustreykaðu. Til endans fingu tey so nøkur alternativ, har Amsterdam bleiv endaliga ferðamálið.

 

Íðan, hví kunnu ársins 2. árs næmingar ikki eisini fara til Amsterdam?

 

- Á túrinum í fjør til Amsterdam varð øgiliga nógv tíð brúkt uppá transport, og tað vóru hvørki næmingar ella lærarar nøgdir við, sigur Herleif. 

 

Hann leggur afturat, at næmingarnir í ár fara at fáa eina munandi longri ferð, og at teir hóast alt sjálvir sleppa at mynda ferðina. 

 

- Jú, nógv av teimum hava verið í Íslandi, men tað er 100 % sikkurt, at tey koma at uppliva Ísland uppá ein annan máta, enn hvat tey nú einaferð hava roynt. Og ja, tú kanst siga "bad luck", men hetta er eitt gott alternativ í mun til ikki at fara nakrastaðni. 


Herleif leggur dent á, at námsferðin er eitt tilboð til næmingarnar, har teir kunnu fáa undirvísing í nakrar dagar, og tað eru tvær orsøkir til at fara á námsferð, nevniliga at samansjóða flokkarnar og at fáa okkurt fakligt burturúr.
 

- Tað er púra frívilligt at fara, og um tey ikki hava hug at fara, so mugu tey melda avboð.


 

Kunningarfundur verður í næstu viku, har Herleif fer at greiða øllum í 2. s frá støðuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.