Fríkort? Hvat er tað?

Fríkort? Hvat er tað?
Fríkortið er serliga ætlað teimum, ið ikki forvinna nógv meir enn botnfrádráttin, sum er 30.000 krónur
20.01.2017 - 16:00

Nógv, serliga ung, vita ikki, hvat tað inniber at fáa sær sokallaða fríkortið, sum man kann venda sær til TAKS at spyrja um. Summi fáa sær tað bara og halda, at tey onkursvegna koma at gjalda minni í skatti, meðan onnur velja tað frá, tí tey ikki halda seg vera nóg tilvitað um tað.
 

Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Fært tú tær t.d. fríkort í januar mánaði, so eru tær fyrstu 30.000 krónurnar, tú forvinnur, skattafríar. Tá tú so hevur tjent tær 30.000 krónurnar, rindar tú fullan skatt.
 

Tað vanliga er, altso uttan fríkortið, at tín miðalinntøka verður roknað út fyri hvønn mánað og skattur tikin av hareftir. Hendan útrokningin er sum oftast røtt, í tann mun inntøkan er støðug í longri tíðarskeið. Tó hendir tað, at nøkur av okkum fáa pengar aftur, um ov nógvur skattur er tikin av, meðan onnur skulu rinda meir, tí ov lítil skattur er tikin av.
 

Fríkotið er altso eitt gott amboð fyri tey, sum ikki arbeiða so nógv og forvinna umleið 30.000 kr. Tað er eisini hent hjá teimum, sum hava sína inntøku innan fyri eitt stutt tíðarskeið á árinum, eitt nú í summarfrítíðini, tí so sleppa tey frá at skula gjalda skatt, fyri síðani at fáa ov nógv goldna skattin aftur, tá árliga skattauppgerðin verður gjørd upp.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.