Ásgeir kemur aftur

Ásgeir kemur aftur
Ikki øll tíðindi úr Íslandi eru døpur hesa tíðina, tí sangarin, Ásgeir Trausti, gevur aftur fløgu út
24.01.2017 - 17:15

Nógv vita, hvør 24 ára gamli sangarin Ásgeir Trausti Einarsson úr Íslandi er. Hann gjørdi sera nógv um seg, tá hann í 2012 gav út fløguna Dýrð Í Dauðaþögn. Serliga gjørdist hann kendur millum føroyingar, tá hann framførdi á G! festivalinum í 2013. Fleiri fólk kenna til hansara tónleik, eitt nú um mann hyggur á videolagið ”King And Cross” á YouTube, so hevur hann megnað at fáa nærum fimm milliónir views. So mann kann siga, at hann hevur gjørt nógv um seg. Hann hevur havt ein góðan steðg, men so legði hann hetta út á Twitter: 

 

 

 

Nú kann mann fegnast um hansara tónleik, tí hann gevur nýggja fløgu út. Bert eitt lag av fløguni er komið út enn, og tað eitur ”Unbound”. 

Hoyr nýggja lagið her: gb4511700050_high_1280x720_h264_2000_aac_128.mp4

 

 


Perman til nýggju fløguna.

 

Fløgan ber heitið Afterglow og kemur út tann 5. mai​.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.