Ummæli: Elektra

Ummæli: Elektra
Leikurin, Elektra, viðger sera stórar spurningar: Hvat er rættvíst, og hvat er ikki? Tað einasta, ið kundi staðfestast, var: menniskjan er einki broytt eftir 2500 ár
31.01.2017 - 08:00

Tað er tann 28. januar og leikurin, Elektra, hevur frumframsýning. Øll standa uttan fyri dyrnar og práta um leikin. Tað er eyðsæð, at fólk hava eina høga væntan av næstan 2500 ára gamla leikinum, sum Sofokles skrivaði upprunaliga. Hvussu fara føroyingar at megna at liva upp til hendan klassiska leikin? Hurðarnar verða opnaðar, og ein traðkar inn í eitt myrkt rúm. Mann andar djúpt inn, og so traðkar ein persónur fram á pallin, og ein rødd byrjar at tosa. Ljósið skýnir á pallin og karakterurin, Orestes, kemur til sjóndar. Leikurin byrjar, og áhugin er við frá byrjan.

 

Elektra snýr seg um Pelops ættina, ið er ein høgt vird familja í tátíðar grikska samfelagnum. Pápi Elektru, Agamemnon, varð myrdur av konu síni, eftir at hann sjálvur drap ta einu dóttrina, Ifigeneia. Hetta morðið fær søguna um Elektru at kykna. Hvat er rætt at gera? Skal Elektra stuðla móðurini, ella skal pápin hevnast? Tráanin eftir rættvísi ber søgugongdina, og ein sær, hvørjar myrku síður sorgin fær úr okkum - Tað er tað, sum vísir, hvat ein sonn tragedia er.

 

Virdir áskoðarar

Vit sum áskoðarar føla okkum vird, tá vit hyggja eftir leikinum. Mann má allatíð hugsa um tað, sum fer fram, tí tað verður ikki givið. Ivaleyst eru tað fleiri, ið hava eina øðrvísi meining um tað. Í dagsins samfelag tykist tað at vera ein sjálvfylgja, at ein fær alt serverað á einum silvurfati, men leikurin hevur nakrar opnar funktiónir, ið vekja tankarnar. Eitt nú hitta vit ein karakter, ið ongantíð verður presenteraður. Tað er Beinta Clothier, ið spælir hendan leiklutin. Er hetta ein mynd av tí undirbevísta hjá Elektru? Er hetta kanska ein mynd av sorgini hjá familjuni? Ella er Elektra kanska sinniskloyvd? Hesir og fleiri aðrir tankar upplivir ein gjøgnum allan leikin.

Tá ein leikur viðger stór evni sum sorg og rættvísi við slíkum snildum, er tað týdningarmikið at hava eitt innlit í søgugongdini. Søgan er ikki einføld, og tí verður tað til tíðir torført at skilja søgugongdina og hugsa um teir djúpu spurningarnar, ið leikurin setir, í senn. Tað var ikki fyrr enn, eg hugdi eftir leikinum fyri aðru ferð, at eg kundi veruliga fáa tað fulla upplivilsi av leikinum, tí tá var søgan komin upp á pláss, áðrenn eg hugdi. Eisini er tað eitt gott hugskot at læra seg nøvnini á karakterunum, áðrenn ein hyggur eftir leikinum, tí nøvnini eru griksk og long, og tí torfør at minnast. Tí er tað eisini lætt at blanda persónarnar. Eg hoyrdi eisini fleiri fólk, aftaná at leikurin var liðugur, sum spurdu “var Aigistos ein av børnunum, ella var tað Ifigeneia?”. Spurningar sum hesir vístu, at summi fólk ikki høvdu fingið søgugongdina ordiliga við, og tí mistu tey eisini heildina. 

 


Yvirlit yvir Pelops ættina

 

Hvat segði tú? 

Leikurin varð upprunaliga skrivaður á grikskum, men mann kann ikki staðfesta júst, nær hann varð skrivaður. Tó verður mett, at hann varð skrivaður í umleið 410 fyri okkara tíðarrokning. Hesin leikurin er ikki týddur úr grikskum, men heldur er hann týddur frá ísrku útgávuni, sum Frank McGuinness hevur skrivað. Tað er eyðsæð, at leikurin ikki nýtir eitt gerandismál. Málið er til tíðir háfløkt og setningsbygnaðurin tykist ørkymlandi fyri tey, sum bert eru von við gerandismál. Men tá innihaldið og søgugongdin eru komin upp á pláss, so er lætt at skilja mátan, ið tey tosa. Málið er eisini kent av rím og rútmu, og tað er klárt, at leikurin er væl týddur. Men eg fangaði meg sjálvan ofta at ivast í, hvat leikararnir í veruleikanum søgdu. Replikkirnar vóru ofta langar, og eg visti onkuntíð ikki, hvat tey søgdu í byrjanini av eini replikk, tá tey so vóru liðug at tosa. Eitt nú kann ein vísa á, at fyrstu ferð, at Elektra traðkar á pallin, so hevur hon eina replikk, sum er umleið 43 reglur á handritinum. 

 

Øðrvísi 

Leikurin er leikstjórnaður av dananum Kim Dambæk. Hann var útlærdur leikstjóri í 1980, og hann hevur arbeitt sum leikstjóri bæði í Danmark, Bretlandi og í øðrum Norðanlondum. Tað sæst væl, at hann hevur sett sín dám á gamla leikin. Hóast leikurin er týddur úr írsku utgávuni, so sæst hansara listarligi fingur, eitt nú tá hann valdi leikarar til leiklutirnar. Tað verður greitt frá nærri seinni. 
Tað er ikki tað einasta, sum er øðrvísi frá tí vanliga. Karakterurin hjá Beintu Clothier syngur, og tað var eitt deiligt yvirraskilsi. Tað er deiligt at síggja hana vísa aðrar listarligar síður fram.

 

Kynsleiklutir og fagurfrøði

Um ein hyggur burtur frá søgugongdini, so eru pallurin og búnarnir eisini øgiliga flottir. Mann følir beinanvegin, at har er ein ávísur stílur, sum koyrir allan vegin ígjøgnum. Leikararnir hava nærum ongar rekvisittir og mugu tí bera leikin við sínum kroppi. Tann reini og einkulti stílurin leggur dent á tað, sum veruliga hevur týdning, og tað er sambandið millum fólkini. Serliga vóru tað fleiri, ið kvukku við, tá tey sóu, at móðir Elektru varð spæld av Hans Torgarð. Ymiskt var, hvat fólk hildu um hetta. Summi hildu tað vera spell, tí tey kláraðu ikki at hugsa um annað enn, hví tað skuldi vera ein maður, sum spældi Klýtaimestra. Sjálvur haldi eg, at tað kom væl fram, hví tað skuldi vera ein maður. Reint fagufrøðiliga fekk eg beinanvegin fatanina av, at hetta var ein valdsmikil persónur, sum traðkaði á pallin í einum flottum reyðum kjóla. Symbolikkurin kom eisini fram, tí leikurin vísir, hvønn leiklut kvinnurnar høvdu í gamla grikska samfelagnum. Elektra og hinar kvinnurnar gera ikki teir heilt stóru gerðirnar. Fyri tað mesta hoyra vit tær kjakast um rættvísi. Vanligt var, at maðurin fór út í kríggj at verja familjuna, og maðurin var tann ‘sterki’ persónurin í tí samfelagnum. So hitta vit Klýtaimestra, sum ímóti øllum normum megnaði at drepa sín mann. Altso hon er ein persónur við nógvum valdi, og tað var eisini tann fatanin, eg fekk av henni, tað sekundið hon traðkaði á pallin. Tað tykist vera eitt listarligt íkast frá leikstjóranum Kim Dambæk, men tað er møgiliga bert ein spurningur um tulking. 

 


Mynd: © Tjóðpallur Føroya

 

-Ert tú so vís í, at tú hevur rætt?

Eins og fleiri fólk stóðu og ivaðust í, hvør karakterurin hjá Beintu Clothier var, so vóru tað eisini fleiri aðrir spurningar, ið ein var noyddur at hugsa um. Hyggjarin mátti taka støðu til tær samrøðurnar, ið systrarnar hava. Leikurin eitur Elektra og snýr seg um hana, tí tyktist tað vera ein sjálvfylgja, at ein fór at taka undir við henni. Systrarnar Elektra og Krýsotemis er dúgviliga ósamdar, tá tær kjakast um rættvísi. Skulu tær stuðla móðurini ella ikki? Hetta kjakið hevur verið til áðrenn okkara tíðarrokning, tað prógva systrarnar. Tá leikurin so varð liðugur, fóru fleiri av áskoðarunum at tosa um, hvat var rætt og ikki. Onkur segði, at Elektra var for sjálvupptikin og dugdi ikki at hugsa út um sínar egnu karmar, og onnur søgdu, at tað var alt for órættvíst at lata deyðan hjá pápanum fara kostnaðarleyst. Meðan eg eygleiddi hesi kjakini - bæði  á pallinum og millum áskoðararnar - mátti eg staðfesta, at menniskjan helst  ikki er broytt nakað serligt eftir 2500 ár. Tað tykist eins og roynir leikurin at vísa á, at tað er tráanin eftir at hava rætt, sum ger, at mann ikki hevur rætt. Tað er tað, sum ger leikin so viðkomandi í dagsins samfelag.

 


Framburður og marknaðarføring 

Tjóðpallurin hevur gjørt nógv búrturúr leikinum, og tað sæst aftur í, hvussu tey hava marknaðarført leikin. Tey hava tosað um leikin í útvarpinum, og hann hevur eisini verið í sjónvarpinum. Eisini hevur mann sæð tey nógv á teimum sosialu miðlunum. So tað er deiligt, at leiklistin verður marknaðarførd ordiligt, so hon kemur út millum fólk. Men tað hevur eisini ført við sær, at fólk hava havt stórar væntanir. Tá vil eg eisini meta, at leikurin megnar sera væl at møta teimum væntanunum, sum eg hevði. Tað vóru fleiri faktorar, ið gjørdu, at hetta eydnaðist væl. Tað veri seg frá virðingini, tey høvdu fyri áskoðaranum til, hvussu leikararnir framførdu hann. Hóast at málið í síni heild víkir nógv frá tí, ið vit vanliga rópa gerandismál, so megnaðu leikararnir væl at gera málið livandi. Mann kendi, at mann varð tikin við á eina ferð, sum byrjaði við fyrsta ljóskasti á Orestes og endaði, tá ljósið fór niður fyri seinastu ferð.  

 


Leikurin fær 5 út av 6 R’um

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.