Føroyskt skúlaval?

Føroyskt skúlaval?
Í okkara grannalondum skulu næmingar longu á val í 8. og 9. flokki
03.02.2017 - 19:00

Skrivað hevur: Rókur Herup Olsen

 

Í gjár var skúlaval í donsku fólkaskúlunum. Allir næmingar í 8. og 9. flokki fingu valkort og atkvøðuseðlar, eisini varð atkvøðukassi settur upp í øllum skúlunum. Akkurát sum ordiligt.

 

Skúlavalið í Danmark er deilt upp í ymsar partar. Fyrst skulu næmingarnir hyggja at og leita sær ymisk evni og ymisk viðurskifti, ið tey hava áhuga fyri. Síðani verða tey kunnaði um júst tey áhugamálini. Og síðst skulu tey velja tann flokk og tey fólk, ið tey eru mest samd við. Hetta er ein partur av samfelagsfrøði tímunum.

 

Endamálið við hesum er at upplýsa og kunna allar næmingar um samfelagsviðurskifti og politik, men eisini at fyrireika næmingarnar til, tá teir veruliga skulu á fólkatingsval ella onnur val.

 

Hetta er nakað, ið er í fleiri av grannalondum okkara. Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland hava havt skúlaval í nógv ár. Í Noregi hava tey havt skúlaval heilt síðan 1989.

 

Fyri stuttum síðani varð tað kunngjørt, at vit í Føroyum skulu hava samfelagsfrøði í fólkaskúlanum, eftir at grannalond okkara hava havt samfelagsfrøði sum fasta lærugrein í skúlunum í fleiri áratíggju. Hetta fegnast fleiri um, men hetta fær meg at hugsa, um vit kanska eisini burdu byrjað uppá eitt skúlaval í føroysku fólkaskúlunum.

 

Tað hevði verið eitt ógvuliga læruríkt átak. Samstundis hevur oftani verið frammi, at vit mangla kjakmentan í Føroyum. Eisini hevur tað verið sagt, at ungdómurin er alt ov illa kunnaður um politik og samfelagsviðurskifti sum heild, møguliga kundi eitt slíkt átak hjálpt við hesum.

 

Mann kundi í øllum førum roynt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.